Print Friendly, PDF & Email
  • Nógvir áskoðarar í Fløtugerði

Fuglfirðingar vóru ikki nøgdir við dystin í dag, har ÍF-liðið tapti 3-1 móri KÍ-liðnum eftir javnleiki 1-1 í hálvleikinum.
Har afturímóti vóru fuglfirðingar væl nøgdir við teir mongu áskoðararnar, ið komu til dystin, ið hava stuðlað okkara felagi væl fíggjarliga.
Lagið var gott á áskoðararnum í tí góða veðrinum og klaksvíkingar kundu fara glaðir úr Fuglafirði yvir sigurin og silvurið, ið teir hava ognað sær.
Til lukku KÍ við silvurinum
Samstundis verður ynskt Víkingi til lukku við gullinum.

Dysturin í dag
Um dystin kann stutt sigast, at í fyrra hálvleiki vóru liðini rættiliga jøvn.
ÍF fekk fyrsta málið, ið Lawal gjørdi eftir innleggið frá Clayton.
Beint áðrenn hálvleik, varð brotsspark dømt til KÍ, ið ÍF-arar als ikki skiltu, men sum bleiv sett í meskarnar, so støðan bleiv 1-1.
Seinna hálvleik stríddist KÍ-liðið meira, og eftir stuttari løtu hevði liðið fingið tvey mál aftrat, burturúr so at siga ongum.
Verjuspælið hjá ÍF var ikki nóg væl skipað.
ÍF spældi seg til nakrar møguleikar, m.a. við dundursskotið frá Ari, sum KÍ-málmaðurin tó megnaði at bjarga.
Tað vóru eisini løtur, ið ÍF spældi heilt væl, ið mintu okkum á, at vit eiga dugnaligt fólk á okkara liði.

Hvussu verður næsta kappingar ár ?
Fuglfirðingar náddu ikki tað mál, ið teir høvdu sett sær – verða millum fýra tey bestu liðini í kappingini, men liðið endaði á sætta plássi.
Tað frættist, at nakrir spælarar hjá ÍF, verða ikki at síggja á liðnum næsta ár, tí onnur feløg hava verið á klinkuni og boðið teimum betri tilboð, enn okkara felag megnar fíggjarliga – við øðrum orðum kapitalurin stýrir.

Neyð lærir …
Neyð lærir nakna kvinnu at spinna.
Fuglfirðingar eiga nógvar ungar fótbóltsspælarar, ið saktans kundi verið á besta liðnum, men sum ikki hava fingið møguleikan, tí fremmandir spælarar eru komnir á liðið.
Nú ræður um at nýta tíðina væl, geva ungu spælararum møguleikan at styrkja seg, so teir verða teir berandi á liðnum komandi árini.
Onnur lið hava gjørt tað, hví kunna vit so ikki eisini gera tað ?
Annað sum kann styrkja okkum í trúnni, er, at ÍF-liðið, sum hevur spælt í aðru deild, hevur spælt seg upp í fyrstu deldina, ið setur størri krøv til spælararnar, ið kann hava við sær, at alsamt fleiri íF-spælarar verða at velja ímillum og kappingin um plássini verður harðari, ið verður við at hækka støðið.
Henda málsetning eiga vit at seta okkum.

Tøkk til eldsálirnar

Tað eru ótrúliga nógv fólk, ið gera eitt megnar arbeiði fyri
felagið. Umframt nevndina, so eru tað so mong onnur, ið leggja nógv fyri, so sum barna – og ungdómsvenjarar, tey ið stákast í ítróttahúsinum, tey, ið krevja pening inn hvønn einasta dyst o.m.o. uttan tykkum varð felagnum ikki lív lagað.
Stóra tøkk eiga tit fyri tykkara leiklut.
Sum fótbóltsummælari fari eg takka fyri meg á hesum sinni og ynski samstundis tykkum, ið stýra felagnum í komandi tíðum, hepna hond.

Vinaligast

Signar