Print Friendly, PDF & Email

Eftir at kappingin 2012 var liðug, vóru tað nógv, sum ivaðust í, hvør fór at taka yvir eftir ársins venjara 2012, sum var okkara Flemming Christensen. Valið hjá nevndini at taka besta liði víðari, fall á Albert Ellefsen. Vit í Fuglafirði hava verið stak væl nøgd við Albert, og sigast má, at úrslitini hava verið betri enn tey flestu høvdu væntað. Í dag bleiv so ársins venjari valdur, og eisini í 2013 fall valið á ÍF venjaran, men navnið í ár var Albert Ellefsen!

Hjartaliga tilukku við tí, Albert, og vit gleða okkum til komandi ár saman við tær.

KOYR Á, ÍF!