Ítróttarfelag Fuglafjarðar
Nita úttikin á U17 landsliðið
Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið Nitu á Lakjuni til WU17 landsliðið í samband við Baltic Cup í Kaunas í Litava, 30. juni til 8. juli.

Nevnast skal eisini, at Nita í apríl var úttikin til EM-undanspælið, sum var í mai. Sera flott!

Hjartaliga til lukku við úttøkunum, sum hava verið, og henni, sum nú er aktuell. Góða eydnu
Onnur tíðindi