Print Friendly, PDF & Email

Byrjaðu inni fyri ÍF/Víking vóru:

Jónfríð Hansen – Maria Strømsten (Mirjam Hansen 42’), Sigrid Petersen, Marta S. Thomsen, Jónleyg J. Poulsen (liðsk.) – Amanda Nielsen (Kristina F. Obradovic 46’), Kára Jarnskor, Nelly Poulsen, Arnborg Lervig, Jensa P. Olsen (Durita Nielsen 85’) – Jóhanna Lervig

Eftir at hava vunnið 1-0 á AB seinasta sunnudag í kvartfinaluni í steypakappingini, spældu okkara kvinnur teirra fyrsta landskappingardyst sunnudagin 23. mars. Dysturin varð leiktur ímóti silvurvinnarunum frá seinasta kappingarári, EB/Streymur/Skála, sum eisini hava meldað út, at tær ætla at geva KÍ skarpan gang í ár.

EB/Streymur/Skála kom betur frá byrjan, og longu eftir 10. minuttum legði Ansy Sevdal heimaliðið á odda við einum kanónskoti, sum sat í trýarinum, uttan at okkara egni málverji, Jónfríð Hansen, hevði nakran møguleika at bjarga. Hóast EB/Streymur/Skála vóru leikliga omaná tað mesta av fyrra hálvleiki, gjørdust tær ongantíð ordiliga farligar frammanfyri málið, takka verið einari vælleikandi verju og málmanni.

Seinna hálvleik vístu okkara kvinnur meira tenn og stríddust fyri hvørjum bólti. Miðjan kempaði væl, og vunnu tær eisini teir flestu nærdystirnir.

Í 60. minutti fingu vit ein risamøguleika at javna, eftir at ein mótleikari hevði havt hondina á bóltinum inni í 16 metrinum. Straffi til okkum. Jensa Poulsen, sum altíð plagar at vera ein sikkur straffiskjútti varð sett at skjóta, men tíverri fyri okkum, bjargaði málverjin skotinum. Lítla løtu seinni var hepni ei heldur við okkum. Eftir gott einmansavrik, har Arnborg Lervig trekti framvið 2 leikarar, legði hon bólktin innfyri til Jóhonnu Lervig, sum gjørdi skjótt av og skjeyt uppá mál, men á ein ella annan hátt fekk málverjin sligið bóltin útaftur. Returbólturin endaði beint fyri føturnar á tí innskiftu Kristinu Obradovic, ið stóð frí á 5 metrinum, og í besta Dánjal á Lakjuni stílið(ímóti HB), smekkaði Kristina bóltin á tvørtræðið og uppum.

Í 75. minutti trillaði Jónfríð Hansen bóltin út til tí annars vælleikandi Sigrid Petersen, sum síðan legði eina fantastiska góða avlevering til ein mótstøðuleikara, sum púra ótarna kundi seta bóltin í netið, uttan at Jónfríð, sum stóð eitt petti úti úr málinum, hevði ein møguleika at bjarga skotinum.

Restina av dystinum var ikki so nógv at skriva heim um.

Hóast eitt tap, so vístu okkara kvinnur góðan fótbóltsanda (sindur títtan hjá summum) og ein stríðsvilja av stál.

Næsti dystur verður í Norðagøtu, hósdagin 27. Mars, ímóti føroyameistarunum tey seinastu mongu árini, KÍ.