Komandi tíðina skipar FSF fyri venjaraskeiðum fyri áhugaðum. Talan er um venjaraskeið av slagnum B2 og B3.

 

B2 venjaraskeiðið, ið er framhald av B1 venjaraskeiðinum, verður í Tórshavn 28-30. oktober og 4-6. november.

Skeiðið byrjar fríggjadag klokkan 16, og endar sunnudag klokkan 17.

Undirvísarar eru Bjørn Krog, Sigfríður Clementsen og Jens Martin Knudsen.

 

B3 venjaraskeiðið er framhald av B2 skeiðinum, og er møguligt hjá áhugaðum at taka bæði skeiðini hesaferð.

B3 venjaraskeiðið verður í Tórshavn 11-13. november og 18-20. november.

Skeiðið byrjar fríggjadag klokkan 16, og endar sunnudag uml. klokkan 18.

Undirvísarar eru Jógvan Martin Olsen og Hans Marius Foldbo.

 

Upptøkurtreytir til bæði skeiðini er at luttakari er 18 ár ella eldri, og at hann hevur tikið undanfarna skeið.

 

Áhugaði kunnu seta seg í samband við Hildigarð á telefon 228771 ella heje@olivant.fo.