HB liggur í løtuni millum fremstu liðini og ÍF nakað væl niðanfyri í bestu deildini, tí vóru tað óivað mong, ið væntaðu, at HB fór ikki at hava nakrar trupulleikar at basa ÍF liðnum, ið hevur havt tað sera trupult ta seinastu tíðina.
Men so varð ikki.
ÍF liðið leikti væl í dag, og allir leikararnir stríddust væl og virðiliga. Dysturin var ikki meira enn byrjaður, tá ið ÌF spældi seg til nakrar heilt góðar møguleikar. Andy skeyt eitt gott skot úr vinstru síðu,ið málmaðurin hjá HB bjargaði í fyrstu atløgu, ið fót út aftur til Laval, ið smekkaði til. Tíverri var hann beint uttanfyri handaru stólparrótina.
Tá ið 8 minuttir vórðu farnir eydnaðist tað HB at fáa mál. Skotið varð fram móti ÍF málinum, har tað eydnaðist Arnbirni H.at seta bóltin í netið við høvdinum. Eitt vakurt mál.
Fuglfirðingar settu meira ferð á spælið, og tað var fleiri ferðir um at geva úrslit.
ÍF verjan stóð seg sera væl í dag.
Poul Mikkelsen var ein sannur brandur, ið stríddist av fullum huga allar teir 90 minuttirnar dystur vardi.
Fritleif spældi somuleiðis skilagott, so at siga eingi mistøk vórðu gjørd.
Bartal spældi væl og skilagott, og hansara drúgvu royndir komu honum til góðar.
Í vinstru síðu var Leivur, ið so sanniliga vísti sínar dygdir. Hann megnaði at fara fram úti í høgru síðu, fyri síðani at leggja bóltin inn fyri málið hjá HB. Hetta skapti HB liðnum trupulleikar og ampa.
Miðvallarleikararnir vóru somuleiðis góðir í dag, allir stríddust og vístu, at tá ið tað ágrýtna lagið er á teimum, tá er ikki stuttligt at verða fyri.
Álopið royndi av øllum alvi at fáa bóltin í netið. Mangan var nær við. Ta einu ferðina varð bólturin skallaður í tvørstongina og so út. Men nær við er ikki nóg mikið. Kjansirnir vóru fleiri til ÍF liðið, men vit mugu bert ásanna, at vit vóru ikki nóg neyvir.
HB liðið og ÍF liðið fekk hvør sín mann riknan av vølli nakað út í seinna hálvleik.
Hallgrím G stóð í málinum í dag, og royndist hann væl. Málið, ið HB fekk, hevði hann ongan møguleika at bjarga.
Verður tikið samanum, so kunna vit siga, at ÍF liðið var fult so gott sum HB liðið í dag, men eydnan var ikki við okkara liði, hon var við HB liðnum. Tað er ein partur av fótbóltinum.
Næsta dyst spælir okkara lið móti TB í Fuglafirði. Vísa okkara leikarar sama stríðsvilja og ágrýtni sum móti HB liðnum í dag, so fáa vit óivað ein sigur
í Fløtugerði komandi sunnudag.

Signar.