Print Friendly, PDF & Email

Avtala er gjørd við Boga Reinert-Petersen um at spæla við ÍF tað sum restar av kappingarárinum.

Bogi, sum jú er fuglfirðingur, spælir fyri tað mesta á sentrala miðvøllinum, men kann eisini nytast í miðverjuni, um tørvur er fyri tí.

Seinasta felagið Bogi hevur umboðað er Hedensted IF, sum leikar í donsku Jyllandsseriuni. Tey bæði undanfarnu árini hevur hann leikt í ÍF, har tað bleiv til 46 dystir og 6 mál.

Eisini hevur Bogi leikt 25 ungdómslandsdystir og skorað 4 mál.

Vit í ÍF eru sera fegin um at ein av “okkara” kemur heim at leika fyri barndómsfelagið.

Koyr á ÍF!

Mynd: Kjartan Madsen