Print Friendly, PDF & Email

2. Deild kvinnurnar hjá ÍF/Víkingi vunnu í gjár bronsumedalju í landskappingini.

Undan dystinum lá liðið á einum fjórða plássi, við 19 stigum, sama stigatal, sum B36 á triðja plássi. Og var tað júst B36, sum dysturin í dag var leiktur ímóti. Dysturin endaði 1-0, við einum málið frá Kristinu Friang Obradovic, og megnaðu tær við sigrinum, at klatra upp á triðja plássi.

ÍF ynskir teimum hjartaliga til lukku við medaljuni!