Jan EllingsgaardFlest allir ÍF’arar hava bíðað eftir einum avloysara fyri okkara Jan Ó. Ellingsgaard. At loysa ein tílíkan profil av, er ikki sum at siga tað, og tað kom eingin beinleiðis styrkur inn í hópin í januar mánaða. Sum øllum kunnugt, fór Jan til Danmarkar í lestrarørindum, tá kappingarárið 2013 nærkaðist endanum, men spældi hann hóast tað kappingina lidna. Tað er tí við stórari gleði, at vit í kvøld kunnu almannakunngera, at Jan kemur heimaftur til barndómsfelagið at spæla ein part av árinum. Í fyrstu atløgu er talan um páskafrítíðina, har hann fær 3 dystir, ið eru móti ávikavist NSÍ, EB/Streymi og B36. Jan fer síðan aftur til Danmarkar, men kemur so aftur at spæla alla summarfrítíðina, og merkir tað, at hann verður í øllum førum við í helvtina av kappingarárinum. Hetta má sigast at verða ein sannur styrkur, og er loyaliteturin hjá Føroya besta vinstra bakki enn einaferð prógvað.

23 ára gamli Kambsdalsbúgvin hevur spælt 143 dystir í Effo deildini, har hann bara hevur umboðað ÍF, har hann hevur skotið 10 mál. Umframt tað hevur hann leikt 6 U21 landsdystir, umframt at hann var í A-landsliðshitanum í 2012.

Jan sigur við if.fo, at um hann skuldi spæla fótbólt í Føroyum í ár, so kom bara eitt felag uppá tal, og tað var sjálvandi ÍF.

Vit ynskja Jan hjartaliga vælkomnan til ÍF aftur, og gleða okkum til at síggja hann aftur í Fløtugerði.

Koyr á, ÍF!