23. og 24. mars skipar FSF fyri einum Dómaraskeiðið við próvtøku. Skeiðið verður í FSF-húsinum í Tórshavn.

Endamál/innihald: Skeiðið hevur til endamáls, at fyrireika teg til dómarapróvtøkuna, og tá ið tú hevur staðið próvtøkuna, verður tú ein partur av dómarahópinum hjá FSF, og títt arbeiðið sum FSF-dómari kann byrja.

Tíð og staður: Útbúgvingin tekur 15 tímar, og fer fram í FSF-húsinum, 23. og 24. mars 2016.

Útbúgvingin gevur frálæru í:

Dómarin:
– Fótbóltslógin, 17§´ir sum eru deild í fýra høvuðsevni
– Byrjan (seta í gongd)
– Rangstøða
– Fríspark
– Málmaðurin
– Tekn/tekngeving (Dómari)
– Fyrisiting ( Dómaraseðil vm.)

HD-dómari 1.
– Hvat skal veitrast fyri og hvussu.
– Tekn og kropsmál
– Tulking av rangstøðu. (video/DVD)
– Útskifting

Felags
– Verklig undirvísing á vøllinum/samstarv
– Upphiting
– Próvtøka

 

Um so er, at tú ynskir at luttaka, set teg so í samband við Hildigarð á heje@olivant.fo ella 228 771.