Print Friendly, PDF & Email

Eins og undanfarin ár, skipar FSF aftur komandi ár fyri venjaraskeiðum.

ÍF hevur fyri vana at bjóða øllum, ið ynskja at útbúgva seg í venjaragerninginum, skeiðini ókeypis. Ynskir tú at útbúgva ella víðariútbúgva teg sum venjara, so er møguleikin nú. Yvirlit yvir skránna fyri skeiðini sæst niðanfyri:

Um so er, at tú ynskir at luttaka á einum skeiði, set teg so í samband við nevndina.

Afturat niðanfyristandandi skeiðum, er eisini ætlanin at hava nøkur sokallað impulsskeið. Endaliga skráin fyri tey er ikki endaliga løgd enn, men fyribilsskráin sær soleiðis út:

  • barna- og ungdómsvenjing (februar)
  • fysisk venjing (mars)
  • bóltur og rørsla (apríl)
  • leiðsla (august)

Hesi skeið verða neyvari lýst seinni.

Skeið Tímar Stað Dagar Tilmeldingar-freist
B1 20 Tórshavn 15-17. januar 6. januar
B1 – kvinnur 20 Tórshavn 22-24. januar 6. januar
B1 20 Leirvík 29-31. januar 6. januar
B2 50 Tórshavn 5-7 & 12-14. februar 27. januar
B4 &

B-próvtøka

45 Tórshavn og kring landið Mars-juni

(Byrjar 14. mars og endar 20. juni)

24. februar
B3 50 Tórshavn 4-6 & 11-13. november 19. oktober
M2 40 Skálavík 24-27. februar (internat) 10. februar
A-útbúgving 320 Tórshavn og kring landið. Januar 2016 til juni 2017 2. nov 2015