Í gjár bórust tey gódu tídindi, at verjuskansin Poul hevdi skrivad undir sáttmála, sum inniber at hann eisini er ÍF’ari komandi kappingarár.

Aftur í dag hevur tad eydnast ÍF-nevndini at fáa leikara at leingja um sáttmálan til 2016. Talan er um ongan minni enn toppskjúttan og ársins leikara frá 2012 – Clayton Soares do Nascimento!

Bóltsnillingurin úr Brasilia hevur eftirhondini verid nógv ár í Føroyum. Hann kom til landid í 2002 – tá leikti hann fyri FS Vágar. Í 2004 skifti Clayton til B71, ádrenn hann í 2011 aftur var í Vágunum – hesaferd sum 07 Vestur leikari. Sídan 2012 hevur Clayton leikt 100 dystir fyri okkara effodeildarlid, og skotid heili 58 mál!

Vit ynskja Clayton hjartaliga tillukku vid sáttmálanum.

Koyr á ÍF!