Print Friendly, PDF & Email

Fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru farnar í gongd, og fyrsti sáttmálin er nú komin uppá pláss.

Undangongumaðurin, sum hevur sett sína undirskrift á sáttmálan, ið er galdandi til og við 2017, er eingin annar enn Clayton Soares do Nascimento.

Bóltsnillingurin úr Brasilia hevur eftirhondini verið nógv ár í Føroyum. Hann kom til landið í 2002, og hevur síðani umboðað FS Vágar, B71 og 07 Vestur, áðrenn hann í 2012 skifti til okkum. At Clayton er ein leikari við máltevi er einki at ivast í. Hagtølini hjá FaroeSoccer vísa, at Clayton hevur leikt 121 dystir, fyri okkara effodeildarlið, og skotið heili 63 mál. Umframt flottu tølini at vísa á, fekk Clayton heiðurin sum ársins leikari og toppskjútti í 2012.

Vit fegnast um avgerðina hjá Clayton, og ynskja honum hjartaliga tillukku við sáttmálanum.

Koyr á ÍF!