Ítróttarfelag Fuglafjarðar

1979 - ÍF føroyameistari - Partur 2/2

Í søgubrotið 14 varð í stuttum víst á, at tað ikki var av ongum, at fuglfirðingar høvdu vónir um eitt gott úrslit í landskappingini í 1979. Gongdin seinastu árini hevði m.a. verið:
• at unglingaliðið hjá ÍF vann steypakappingina í 1970
• at ÍF, sum fyrsta felag í Eysturoynni, leikti í bestu deildini í fótbólti í 1971
• at unglingarnir hjá ÍF gjørdust føroyameistarar, og at menninir koma í finaluna í steypakappingini í 1975
• at ÍF gjørdist nr 4 av 7 liðum í landskappingini, bæði í 1977 og 1978
• at ÍF leikarar nú síggjast á A-landsliðnum. Teir, ið slóðaðu fyri vóru Sam Jacobsen í 1972, Áku Petersen í 1973, Herman Midjord í 1974 og Birgir Thomsen í 1975

Víst varð eisini á, at farið varð undir at breiðkað og leingja vøllin veturin 1978-79, at fyrsti dysturin í Fløtugerði hetta árið var 12. august, og at hann var móti harðasta kappingarneytanum, TB.
Tveir aðrir heimadystir vórðu leiktir í Fløtgerði hetta árið – móti HB tann 16. september og móti B36 tann 30. september. Allir tríggir dystirnir endaðu við sigri til ÍF: 3-1, 3-2 og 3-1
Venjingin hevði fyri tað mesta verið á Skála, og heimadystirnir vórðu leiktir í Sarpugerði í Norðragøtu.

Mynd 1: Sama árið, sum ÍF gjørdist føroyameistari varð FSF stovnað sum eitt sersamband. Heiðursmerkið, ÍF leikararnir fingu um hálsin 30. september, er tí eisini serstakt.
Hetta er fyrsta og higartil einasta heiðursmerkið hjá FSF úr gull-littum glasi.

Føroyameistarar ... ikki av tilvild

Í leikarahópinum hjá ÍF í 1979 vóru leikarar, sum vóru við, tá ÍF tók djarva og framfýsna stigið at melda til í bestu deildini. Leikarar, sum hildu á, hóast onkrar rættiligar avsmurningar fyrstu nógvu árini. Leikarar, sum høvdu roynt hetta, at hart og miðvíst arbeiði gevur úrslit. Leikarar, sum nú sóust aftur á føroyska A-landsliðnum.
Her vóru eisini yngri leikarar leikarar, sum høvdu gjørt vart við seg á unglingaliðnum í 1970 og í 1975. Leikarar, sum høvdu vunnið steypakappingina og føroyameistaraheitið. Evnaríkir og miðvísir leikarar, sum eisini gjørdu vart við seg á unglingalandsliðnum.

Mynd 2: Onki skiftingarrúm var við vøllin, tí varð oftast skift í skúlanum. Myndin er tikin 12. august í skúlagarðinum. Liðið er á veg niðan á vøllin í Fløtugerði at taka dystin upp við TB, sum er eitt stig frammanfyri ÍF. Góðar tveir tímar seinni er tað ÍF, sum er eitt stig frammanfyri TB, og á odda í landskappingini. Ein munur, sum eisini var har 30. september 1979, tá bríkslað varð fyri seinastu ferð.
Standandi f.v.: Ronny (venjari), Meinhardt, Jón, Sonni (liðskipari), Pól, Abraham, Hans Elias, Jan, Herman og Petur (formaður). Húkandi f.v.: Birgir, Steinbjørn, Ovi, Sam, Kaj Eli og Áku.

Føðiketan

Niðanfyri er “føðiketan” hjá ÍF úrvald ár í tíðarskeiðinum 1970-78. Nøvn, sum eru undirstrikað, eru leikarar, sum eisini eru at finna í leikarahópinum fyri 1979.
1970 Unglingar steypavinnarar:
• Hanni E (1954), Páll B (1953), Poul Jákup M (1955), Jákup S (1952), Jákup Fr. L (1952), Hans Elias J (1952), Terji á L (1955), Jógvan á L (1952), Leivur H (1952), Steinbjørn í L (1953) og Birgir T (1954)
1971 ÍF í 1. deild. Leikararnir, sum spældu fyrsta dystin:
• Poul J L, Jógvan J, Signar H, Sam J, Herman M, Áku P, Jákup Fr. L, Leivur H, Birgir T, Hans Elias J, Hans C J, Hanni E og Jákup S.
• Aðrir leikarar: Jógvan á L, Jógvan M, Steinbjørn í L, Jógvan J, Petur P, Kristin P, Páll B, Albert E
1975 Unglingar FM-vinnarar:
• Meinhard D, Kristian P, Sonni J, Finnur E, Ovi J, Dávur J, Jan N, Kaj Eli P, Súni O G, Haldur E, Torkil J, Jógvan í Lon J og Páll Ø. Úr Gøtu: John Jarnskor og Hans Leo í Bartalstovu.
1978 1. deild:
• Sam J, Jákup Frants L, Hans Elias J, Jan N, Kaj Eli P, Sonni J, Kristian P, Hans C J, Ovi J, Herman M, Dia P, Meinhardt D, Birgir T, Abraham L, Dávur J, Steinbjørn í L, Súni O G.
• Aðrir Leikarar: Allan Davis (3), Stephan Smith (3) og Sigurður Karl Pálsson (1).

Leikarahópurnin 1979

Í yvirlitinum niðanfyri eru teir leikarar nevndir, sum sambært FaroeSoccer vóru partur av ÍF liðnum í landskappingini í 1979: navn, aldur, dystir og mál.

Talva 1: Talvan vísir teir leikarar, sum hava staðið á dómaraseðlunum – tvs verið partur leikarahópinum. Men talvan sigur ikki, um leikari er komin í einum dysti.

Mynd 3: Meinhardt Dalbúð gjørdist topskjútti, bæði hjá ÍF og í landskappingini 1979.

Samanumtikið má sigast, at hetta var ein hópur av royndum, framfýsnum og evnaríkum leikarum. Leikarar, sum høvdu verið við til at myndað fótbóltin í bygdini seinastu mongu árini – onkur í meir enn 10 ár – sum svenski venjarin, 23 ára gamli Ronny Gunnarsson, fekk at arbeiða við.
Ronny var dugnaligur og ikki minni framsøkin enn leikararnir. Tað er neyvan skeivt at siga, at Ronny, sum venjari, var eitt nýbrot í føroyskum fótbólti.

At vera á røttum stað til rætta tíð

Hendan samanrenningin – leikarahópurin, sum mannaði ÍF-liðið í 1979 og ungi framsøkni svenski venjarin – sá út til at hava eina orku og ein førleika, sum myndaliga tala “kundi flyta fjøll”.
Men fyri mong kom tað kortini heilt óvæntað, at ÍF megnaði at taka kappingina upp við meira siðbundnu feløgini, TB, HB, KÍ og B36. Og so enntá at leggja tey afturum seg!
Tó, sum víst á omanfyri, so var tað ikki so heilt óvæntað kortini. Eftir kappingarlok vóru vit fleiri sum tóku til vendingina um “at vera á røttum stað til rætta tíð”.
Ronny var røttum stað, tá hann var venjari hjá ÍF í 1979. Hann fekk, í føroyskum samanhangi, avgjørt teir “røttu” leikararnar at arbeiða við. Hinvegin, so fingu leikararnir eisini tann “rætta” venjaran at standa á odda fyri liðnum til venjing og dystir.
Uttan at fara ov nógv inn á tann partin, vil eg kortini nevna, at umframt leikarar og venjara, er felagið ein týðandi viðspælari í hesum. At felagið evnar at skapa tryggar karmar og er miðvíst. At felagið hevur undirtøku í bygdini – millum fólk, vinnulív/stuðlar og kommunalar myndugleikar. At felagið er í samljóði við limirnar.
Hendan “trý-eindin” – felagið, leikarar og venjari – var búgvin til at seta sær høg mál í 1979, og gera tað, sum skuldi til fyri at røkka teimum.

ÍF, TB og HB - nakrar samananberingar

Tá kappingin var av, hevði ÍF 25, TB 24 og HB 18 stig.
Málmunurin hjá teimum trimum feløgunum var ávikavist 25, 26 og 19 mál. ÍF fekk 34 mál meðan TB fekk 44 og HB 39. Tað merkir, at tað bert vóru skotin 9 mál móti ÍF, ella helvtina av tí, sum varð skotið móti TB.
Tað vísir seg, at ÍF fekk 23 av teimum 34 málunum í seinna hálvleiki, ella 68 %. Tilsvarandi tølini fyri TB og HB eru 45 % og 44 %.
Um bert seinni hálvleikur gav stig, so hevði ÍF fingið 26 stig, ella 104 % av tí samlaða. Tilsvarandi tølini fyri TB og HB eru 79 % og 111 %.

Samanumtikið kann sigast:
• At ÍF tapir ongan dyst, men spælir tríggjar javnleikir
• At ÍF vinnur sera avgerandi dystin í Fløtugerði móti TB tann 12. august
• At verjuspælið hjá ÍF er stinnari enn hjá nærmastu kappingarneytunum
• At ÍF roynist betri enn TB í seinna hálvleiki í dystunum – bæði tá tað ræður um stig og um mál
Sí talvunar 2 og 3 niðanfyri

Talva 2: Tal av leikarum (leikarahópurin), miðalaldur, stig, mál v.m., eisini í mun til fyrra og seinna hálvleik. Talvan vísir, at varð floyta av eftir fyrra hálvleik, hevði TB verið FM-vinnari. Men var tað bara seinni hálvleikur sum taldi, so varð ÍF ein greiður vinnari, og HB hevði hevði endað frammanfyri TB.

Talva 3: Gongdin í árinum hjá ÍF, TB og HB. Á strikumyndini sæst, at ÍF í 9. leikumfari vinnur seg eitt stig fram um TB. Hetta var í fyrsta dystinum á nýumvælda vøllinum í Fløtugerði, sum var tann 12. august. ÍF vann dystin 3-1. Hetta eina stigið var eisini munurin millum ÍF og TB, tá seinasti dysturin varð leiktur tann 30. september.

Talva 4: Liðuppstillingin til nakrar av dystunum.

Ronny Gunnarsson, venjari

Ronny Gunnarsson var ikki ein persónur, sum fjaldi seg í gráu fjøldini. Ronny var høgur á vøkstri, fullur av sjálvsáliti, prátingarsamur, miðvísur, dugnaligur og ein, sum gav sína meining til kennar.
Í gerðabókini fyri september 1978 stendur eitt sindur um gongdina, tá Ronny Gunnarsson varð settur sum venjari hjá ÍF.
Tað er sum um, at nevndin er greið yvir, at tíðin er búgvin til nakað serstakt, og at persónurin, sum er komin úr Svøríki at síggja umstøðurnar og at samráðast, ikki er hvør sum helst. Hóast fíggjarligar avbjóðingar og vitanina um ongan vøll at hava ein part av árinum, so tykist nevndin vera sannførd um, at hetta er rætti persónurin til at standa á odda fyri liðnum í at røkka tí serstaka.

Mynd 4: Ronny og Rose-Mari saman við børnunum Sebastian og Mimmi

Niðanfyri eru kut burtur úr tí, sum gerðabókin sigur (onkustaðni stytt og eitt sindur umskrivað):
14. september nevndarfundur í Arbeiðsmannafelagshúsinum.
• ÍF hevur havt lýsing í svenskum blað eftir venjara. Tríggir hava reagerað ... Viðtikið varð at gjalda ferð hjá svianum Ronny Gunnarsson úr Gøtuborg til Føroya til samráðingar við nevnd ÍF’s.
22. september fundur í Arbeiðsmannafelagshúsunum. Nevndin og Ronny G.
• Tosað varð um viðurskiftini hjá ÍF, hvørjar umstøðurnar vit evt. kundu bjóða einum venjara – har var bæði talað um tað peningaliga, og um hvat vit vilja krevja av venjingini.
• Ongin avgerð varð tikin, og venjarin skuldi eisini síggja seg um gera sínar metingar.
23. september varð bjóða á Muntra til eina máltíð og hugna: nevnd, kvinnurnar, sum krevja inn og hava útsølu, leikararar í 1 deild, Petur Sigurð R, venjari og Ronny Gunnarsson.
• Ronny hevði her høvi at hitta leikararnar, og frammanundan hevði hann sæð teir spæla venjingardyst móti NSÍ – nýggja liðnum í 1. deild.
24. september vóru nevnd og Ronny G fund í Arbeiðsmannafelagshúsinum. ... Avtalað varð gjørd um at RG skuldi vera venjari ÍF’s 1979. Uppskot til ein sáttmála varð gjørt og undirskrivað av formanni og RG.

Endi

Í hesum báðum søgubrotunum hevur verið víst á, at ÍF var búgvið til at taka kappingina upp við meira siðbundnu feløgini. Leikaratilfarið var har. Og hugburðurin í felagnum, millum leikararnar og í bygdini var framsøkin. Avgerðin um at seta útlendskan venjara í fulla tíð, staðfestir hetta framsøkni. Tá úrslitið, eitt FM-heitið, fyrilá 30. september, vóru tað mong, sum hugsaðu um sannleikan í útsøgnini “at vera á rætta stað til rætta tíð”. Felag, leikarar og venjari.
Í næsta søgubrotunum fáa fjølmiðlarnir orðið. Eisini verður mett um týdningin, tað hevði fyri føroyskan fótbólt, at fyrsta meistaraheitið endaði í Eysturoynni. Og hvussu gekst so hjá ÍF næstu 5-6 árini?

***
GG!
Hetta “søgu­brotið” og onnur byggja á egnar upplivingar, tað, sum er mær fortalt og skjøl, sum eg havi fingið ella leitað fram.

Viðmerkingar til hetta og onnur “søgubrot” – rættingar, ískoyti, spurningar v.m. – eru hjartaliga vælkomnar. Og er tað onkur sum hevur hugskot til evnir at taka fram í hesum teigi, frætti eg fegin. Somuleiðis frætti eg fegin um myndir, sum siga søguna um ítróttina í Fugla­firði – serliga fót­bóltin, hond­bóltin, kapp­róðurin og flog­bóltin.

Teldupostur: [email protected]