Dánjal á LakjuniVit kunnu í dag avdúka, at Dánjal á Lakjuni hevur gjørt avtalu við ÍF.

Dánjal var ein av berandi kreftunum á liðnum, ið vann silvur heiðursmerki í fjør, men valdi at fara til Leiknir í Íslandi at royna seg. Hann er nú komin heim, og vendir aftur til barndómsfelagið.
Um øll tey neyðugu loyvini koma í rætt lag, kann hann eisini spæla við í Europa League, har hann skjeyt okkara fyrsta mál nakrantíð í móti íslendska KR Reykjavík.
Dánjal hevur spælt 104 dystir og skotið 18 mál í bestu deildini – allar fyri ÍF.
Vit ynskja Dánjal hjartaliga vælheimafturkomnan.

Koyr á, ÍF!!