Print Friendly, PDF & Email

Hvørjaferð ÍF-liðið spælir og møguleiki er at fáa ein kaffimunn í ítróttarhúsinum, so er altíð eitt kent andlit at síggja har, ið selur kaffi, te og køkur, alt við tí endamáli at stuðla ítróttarfelagið fíggjarliga. Í dag sást hon tó ikki, og ikki so løgið at spurt varð, hvar er Hildigarð ?

Hildigarð hevur føðingardag í dag, hon gerst sjeyti ár í dag.

Fyri ÍF hevur henda megnarkvinna gjørt eitt megnararbeiði.

Hon fýrir ikki fyri at átaka sær stórar uppgávur, er altíð álítandi og ongantíð er neyðugt at fara aftur umaftur, har hon hevur verið.

Hildigarð er ættað úr Lamba og gift til Fuglafjarðar. Maðurin er Jógvan í Heimistovu, ið eisini hevði/hevur  stóran áhuga fyri ítrótti og spældi nógv fótbólt í yngri árum, og synir hennara og Jógvan, hava eisini verið óførir ítróttarmenn og helst hevur hetta gjørt Hidigarð so áhugað fyri ítróttini í Fuglafirði.

Ìtróttarstuðlar ÍF´s  duga at síggja megnararbeiðið, ið Hildigarð ger fyri sítt felag og loyva sær á henda hátt at takka henni fyri tað hon hevur avrikað fyri ÍF og ynskja henni til lukku við sjeyti ára degnum og blíðan byr.

Við hesum fáu orðum skulu vit nýta høvið at ynskja Hildigarð hjartaliga tillukku við 70-ára degnum, og takka fyri alt.

ÍF-stuðlar