Líkindini at spæla fótbólt í dag vóru ikki av teimum bestu.
Apríl er ongantíð at líta á, soleiðis varð eisini í dag. Viðhvørt kagaði sólin fram, og næstu løtuna var heglingur – jú, hann prílaði so sanniliga.
Sjáldsama fáir áskoðarar vóru í Fløtugerði í dag, og tað fall mongum fyri brósti, hvussu fáir klaksvíkingar vóru at síggja.
KÍ og ÍF hava havt eina vánaliga byrjan í ár.
Liðini hava havt fáar heimadystir, og úrslitini hava ikki verið nóg góð, tí liggja tey so niðarlaga, sum tey gera.
So skjótt dysturin varð bríkslaður í gongd sást, at liðini høvdu sett sær fyri at vinna. KÍ liðið var tað ágrýtnara liðið, ið spældi seg til einstakar møguleikar beinanvegin, men uttan at fáa bóltin í málið.
ÍF tóktist heldur fjálturstungið í fyrstani, tí hóast teir stríddust nógv, so vóru trupulleikar at fáa spælið at hanga saman. Alt ov nógvar villur vórðu gjørdar fyri eitt lið við so góðum og evnaríkum leikararum.
Tá ið 12 minuttir vóru leiktir, eydnaðist tað KÍ at fáa mál, ið var fult uppiborið.
Skotið varð fyrst í tvørstongina, í aðru atløgu endaði bólturin í netinum til støðuna 1 – 0.
Tríggjar minuttir seinni eydnaðist tað ÍF liðnum at fáa sítt fyrsta mál. Bólturin varð sendur út í høgru síðu til Dánjal, sum rak hann fram í hornið, haðani hann skeyt innfyri málið hjá KÍ, har Bartal hegnisliga skallaði hann í málið til støðuna 1 – 1.
Hetta var hálvleiksstøðan.
Seinni hálvleikur var rættiliga hendingaríkur.
Í einum ÍF álopi, var KÍ -ari so óheppin at fáa bóltin í hondini, ið dómarin dømdi til brotsspark.
Brotssparkið skeyt Laval í málið, til støðuna til 2 – 1 til ÍF.
KÍ – ararnir góvust ikki, men spílaðu seg rættiliga út, og vóru fleiri ferðir nær við at fáa mál, men eydnan varð ikki við teimum í Fløtugerði í dag.
Fuglfirðingar vóru har afturímóti nógv hepnari, m.a. tá ið tað eydnaðist Kristoffuri at standa einsamallur framman fyri málmannin hjá KÍ og sum í fyrstu atløgu møtti, men í aðru atløgu eydnaðist tað Kristoffuri at smekka bóltin í handaru stólparótina til støðuna 3 – 1 til ÍF.
Tveir ÍF – arar fingu reytt kort, fullkomuliga óneyðugt, ið kann koma at kosta liðnum dýrt í seinna enda..
Framherjin Laval sýndi ósømiligan atburð móti KÍ – leikara, ið kostaði honum reytt kort. Hetta er næsta reyða korti, ið Laval fær.
Løtu seinni fekk Karl Løkin sítt næsta gula kort fyri harða takling, eisini
fullkomuliga óneyðugt, mitt á vøllinum, so fuglfirðingar spældu við 9 monnum móti 11.
Men ÍF – ararnir vildu ikki missa sigurin í dag, men stríddust sum úlvar, so KÍ – ararnir einki mál fingu aftrat. Hetta eydnaðist, ÍF vann dystin 3 – 1.
Hesin sigur var annars kærkomin til ÍF, sum við sigrinum í dag varð lyft úr 3. niðasta plássi upp á 5. pláss.

Signar