Print Friendly, PDF & Email

Betra liðið tapti

Í dag spældi ÍF í Sørvági móti 07- Vestur.
Tað hevur verið baldrut hjá ÍF- liðnum í ár, einki tykist at bera til, heldur ikki í dag, og nú liggur ÍF- liðið langt niðast á stigatalvuni.
ÍF- liðið hevði yvirvág í spæli allan dystin – serliga í seinna hálvleiki, har ÍF- álopini skolaðu móti 07- Vestur málinum, men neyvleikin vantaði, og alt ov lítið spurdist burturúr.
Dánjal á Lakjuni hevði tveir risamøguleikar, har hann átti at fingið tvey mál, men í báðum førum misnýtti hann møguleikarnar við at skjóta dundursskot, ið fóru langt oman fyri málið, heldur enn at geva sær betri stundir og hava betri tamarhald á støðuni.
Fyrsta málið fingu fuglfirðingar, ið var væl spælt. Sami ágrýtni Dánjal legði bóltin væl innfyri málið, har Ari stóð, og sendi hann í meskarnar til støðuna 1 – 0 til ÍF.
Nakað aftaná eydnaðist tað 07-Vestur at fáa sítt fyrsta mál og nakað seinni eydnaðist tað 07-Vestur at fáa næsta málið, ið var eitt sjálvmál.
ÍF fekk sítt næsta mál, ið Dánjal setti í meskarnar.
Hálvleiksstøðan var 2-2.
Í seinna hálvleiki spældi ÍF-liðið væl og áttu allan seinna hálvleik og 07- Vestur var sjáldan frammanfyri miðjuna, men ÍF-liðnum eydnaðist ikki at fáa nakað mál burturúr teimum nógvu kjansunum, teir høvdu. Tað var ikki nóg gott.
Áskoðararnir mundu vænta, at dysturin fór at enda við javnleiki, men so bleiv ikki, liðið sum sjáldan var frammanfyri miðjuna í seinna hálvleiki, eydnaðist at fáa sigursmálið til støðuna 3-2 til O7-Vestur. Í fótbólti er tað nú einaferð soleiðis, at tað eru bert málini, ið telja og einki annað.
ÍF-liðið vantar ein sterkan álopsspælara og ein sterkan miðvallarspælara um liðnum skal eydnast at verða í bestu deildini komandi kappingarár.
Nú frættist, at álopsspælarin er komin og spælir helst sín fyrsta dyst við fuglfirðingum komandi sunnudag í Fuglafirði móti EB/Streymi.
Hóast okkara lið liggur niðast á stigatalvuni, so fella vit ikki í fátt, Nógvir dystir eru eftir at spæla og við einum styrktum liði kemur óivað vend í, so tá ið ein tíð er liðin, koma vit longur upp úr aldudalinum upp á alduryggin.