Print Friendly, PDF & Email

Vánaligt ÍF avrik móti B 36

Tá ið skrivað var um dystin millum ÍF og Skála, varð sagt, at um verjan hjá ÍF fór at roynast eins væl í Havn, sum á Skála, so fekk B 36 ikki nakran lættan dyst.
Júst verjuspælið hjá ÍF í dag sveik, og var heilt út av lagi vánaligt.
Serliga vinstra síða var veik, B-36 leikararnir høvdu gott pláss og øll málini, ið B 36 fekk, vóru skotin úr so at siga sama staði.
B 36-liðið var nógv ágrýtnari, og álopini móti ÍF málinum vóru skjót og væl skipað, og teimum eydnaðist at fáa heili fýra mál, tá ið helvtin av dystinum var leiktur.
Mangan verður funnist at ÍF-liðnum, at tað spælir bert helvtina av tíðini og teir fáu ÍF-stuðlarnir, ið vóru í Gundadali, vónaðu og væntaðu, at vend fór at koma í, tí liðið vísti snøgt sagt einki í fyrra hálvleiki.
So bleiv eisini, okkara menn vóru ikki at kenna aftur. Teir fingu fleiri hornaspørk, og vóru teir eitt sindur hepnari, so skuldi bólturinn sitið í málinum.
ÍF-leikarin Niels Pauli segði eftir dystin, at í hálvleikinum varð kravt av spælararunum, at teir spældu í hægri gervi, sum teir eisini gjørdu, tó uttan at fáa mál, men spælihátturin broyttist munandi, ið bar í sær, at seinni hálvleikur endaði við 0-0.
Eiga okkara spælarar ikki at læra av hesum ?
Vit falla ikki í fátt av umrødda ósigri, hóast tað svíður dygt, men vit eiga at læra av mistøkunum, ið gjørd vóru – og tey vóru ikki so fá.
ÍF-liðið og venjarar tess mugu taka sær um reiggj, finna stevið aftur og vísa seg frá einari heilt aðrari síðu, tá ið vit møta klaksvíkingum í næsta dysti

Skriva hevur Signar á Brúnni