Dysturin í Fløtugerði eitt vónbrot fyri ÌF

Flestu ÍF – stuðlar høvdu væntað ein sigur til heimaliðið.
07 – Vestur er júst komið upp í bestu deildina í fórbólti og ÍF lá beint niðanfyri miðjuna í fjør í bestu deildini. Og so átti ÍF heimadyst. Men máliskan um at eingin skal kanna sær bitan, fyrrenn hann er svølgdur, vórðu enn einaferð prógvað. 07 – Vestur vann dystin 1 – 0.
Liðini spældu ikki nakran vakran fótbólt, men vágaliðið tóktist tað grammara liðið í fyrra hálvleiki.
ÍF-liðið varð ferð eftir ferð dømt fyri rangstøðu, sum eisini var rætt, tí okkara spælarar gáaðu ikki eftir, hvar teir vóru staddir.
Og satt at siga, var lítil broddur í álopinum í fyrra hálvleiki.
Seinni hálvleikur var øðrvísi, helst tí venjararnir hava tosað við spælararnar við stórum bókstavum.
Fuglfirðingar gjørdust nú nógv grammari og spældu seg til fleiri málmøguleikar. Einir tríggir av hesum, áttu at sitið í netinum, men okkara spælarar vóru ikki nóg neyvir, tá ið á stóð.
Ari hevði óivað besta kjansin, tá ið hann bert skuldi lyfta bóltin upp um málmannin hjá 07 Vestur, men ov lágt varð lyft.
Andy var eisini um at fáa mál, tá ið hann fór inn í brotsteigin við nógvari ferð, smekkaði til og bólturin rakti ein spælara hjá 07 Vestur og út til horna. Málmaðurin hjá 07- Vestur stóð seg væl.
07- Vestur hevði eisini sínar kjansir, men ÍF – liðið hevur ein av Føroya bestu málmonnum, ið megnaði at taka allar bóltarnar, ið ætlaðir vórðu at fara í meskarnar.
Seinna helvt av seinna hálvleiki leikaði hart á. ÍF-liðið var nú við yvirlutan, og tað lá í luftini, at teir fóru at fáa mál, men so bleiv ikki.
Okkara álopspartur var alt ov veikur og megnaði alt ov lítið.
So hendi tað óvæntaða. Liðið, ið var undir trýstið, fekk brotsspark, settu bóltin trygt í netið til støðuna 1-0 til 07- Vestur.
10 sekund seinni varð dysturin liðugur.
Á ÍF-liðnum skaraðu tveir mans framúr í dag, tað vóru Ndende og okkara nýggi málmaður Henrik Lindhard.
Tveir av fastu spælararnum á ÍF-liðnum, sum ikki vóru við í dag, tí teir høvdu meitt seg, vóru Dánjal á Lakjuni og Fritleif í Lambanum.
Næsti dystur verður ímóti Skála komandi sunnudag 22.4.

Skriva hevur Signar á Brúnni.