Enn er bót á borðið

ÍF – viðhaldsfólkini fóru tung í huga úr Fløtugerði í dag, tá ið ÍF-liðið tapti 2-1 móti EB/Streymi, liðið sum fuglfirðingar vunnu 3-1 á seinast teir spældu móti teimum.
Dysturin í dag var vánaligur, nakað av tí vánaligasta vit hava sæð í Fløtugerði í langa tíð.
Fyrri hálvleikur var syndarligur, ja fólk høvdu ilt við at skilja, at hesi liðini spældu í bestu deildini. Spælið var illa skipað og mistøkini vóru mong, ið bæði liðini gjørdu.
Í fyrra hálvleiki var EB/Streymur tað betra liðið, ið spældi seg til fleiri málmøguleikar, meðan ÍF-liðið var so eiðasørt, og spældi seg ikki til nakran møguleika.
Fleiri fríspørk beint uttanfyri 16 -meturin, vóru misnýtt, og einki tóktist at bera til.
EB/Streymi eydnaðist so at at fáa eitt gott mál, so hálvleiksstøðan var 1-0 til EB/Streym, ið var fult uppiborið.
Tann fyrsta hálvan tíma í seinna hálvleiki, vísti ÍF gott fótbóltsspæl, og høvdu yvirvág í spæli. So einaferð bragdaði, tá ið Andy úr høgru síðu sparkaði bóltin væl innfyri, har Bogi Reinert stóð, ið fekk bóltin í málið, so støðan gjørdist 1-1. Væl spælt.
Fuglfirðingar trýstu nú EB/Streyma liðið, men at fáa bóltin aftur í málið, eydnaðist teimum ikki.
Harafturímóti eydnaðist tað EB/Streymi at fáa sigursmálið, ið ungur evnaríkur spælarin syrgdi fyri, so endaliga støðan bleiv 2-1 til EB/Streym.
ÍF-liðið var styrkt við einum nýggjum donskum spælara, men tað var ikki nóg mikið, sterkari bótan skal í súpanina. Álopið má styrkjast uppaftur meira, miðvøllurin er ikki nóg sterkur, so her verður neyðugt at gera ábøtur, skal liðið hava nakran livandi kjans at halda fram í bestu deildini komandi kappingarár.
Tað ólukkuliga er, at tað kostar ikki einki í dag at fáa góðar og dugnaligar spælarar, og ikki øll ítróttarfeløg hava nóg dyggar stuðlar, ið kunnu veita fíggjarligan styrk.
Her er nógv at taka støðu til hjá ÍF-nevndini.
Brekkan gjørdist nú ógvuliga brøtt, men standa vit saman við ÍF-leiðsluni og spíla okkum út, so er vón fyri framman.
Næsti dystur verður móti KÍ í Fløtugerði í Fuglafirði komandi fríggjadag. Vit hava lopið hvøkk á KÍ fyrr – og tað kunnu vit óivað gera einaferð aftrat.
Vit geva ikki upp, men møta fjølment í Fløtugerði komandi fríggjadag.

Skriva hevur Signar á Brúnni