Print Friendly, PDF & Email

Fýrverkið var ikki meir enn skotið, áðrenn nevndin hevur longt við ein av okkara egnu leikarum.

19 ára gamli Tóri T. Traðará, sum fekk sínar fyrstu 2 dystir fyri fremsta liðið í fjør, hevur sett sína undirskrift á ein sáttmála, ið er galdandi fyri 2016. Tóri hevur einans umboðað ÍF, har hann tilsamans hevur 34 dystir fyri U18, 2. deild og Effo liðið.

Vit ynskja Tóra tillukku við sáttmálanum, og gleða okkum til komandi kappingarár, ið byrjar um góðar 2 mánaðar.

Koyr á, ÍF!