At frágongdin síðan kappingarenda í fjør hevur verið stór, er eingin loyna. Tó er hon ikki so stór, sum væntað, tí í kvøld kunnu vit avdúka, at okkara egni Bogi Reinert Petersen fer í reyðu blusuna hjá barndómsfelagnum í ár.

Bogi, sum fyllir 23 ár beint fyri kappingarbyrjan, er miðvallari, sum eisini hevur roynt seg í miðverjuni. Hansara dygdir eru serliga í luftspælinum, kropsstyrki og í arbeiðsorkuni, sum hann leggur fyri dagin.

Bogi er skrásettur fyri 59 dystir í fremstu deildini, umframt at hann hevur spælt 25 ungdómslandsdystir.

Vit ynskja Boga hjartaliga vælheimafturkomnan til Fuglafjarðar og ÍF!