Print Friendly, PDF & Email

Vit kunnu í dag almannakunngera, at vit hava gjørt sáttmála við Boga A. Løkin. Hálvi fuglfirðingurin, sum eisini spældi við okkum í 2011 og 2012 til hann fekk ein álvarsaman skaða, hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fyri seinnu hálvu í ár.
Bogi er skrásettur fyri 161 dystir í bestu deildini í Føroyum, har hann hevur umboðað NSÍ og okkum. Afturat tí hevur hann spælt 7 U21 landsdystir og 18 A-landsdystir.
Styrkirnar hjá Boga liggja í tí kreativa offensiva partinum, har yvirblikk, teknikkur og kreativitetur nokk eru hansara eyðkenni.

Vit ynskja Boga hjartaliga væl afturkomnan til ÍF og Fuglafjarðar.

KOYR Á, ÍF!