Print Friendly, PDF & Email

Í samband við leikskránna til ársins síðsta dyst, settu vit okkum í samband við Sylla, sum spældi við bæði okkum og B36. Tíverri, so náddu vit ikki at fáa heilsuna frá honum við í leikskránna, so vit velja at leggja hana á heima síðuna.

Sylla skrivar soleiðis:

“Hey øll,

Eg eiti Sylla, og eri í dag 33 ára gamal.
Eg kom til Føroya, har mín fremsta uppgáva var at halda ÍF í fremstu deildini. Mítt fyrsta minnið er avgerandi dysturin móti B71. Tað var sera umráðandi at vinna dystin fyri at verða verandi í deildini, og eg minnist allan stuðulin, ið vit fingu frá øllum í Fuglafirði. Samanlagt vunnu vit 5-1, og øll vóur ómetaliga glað – uppgávan varð loyst!
Árið eftir komu vit í steypafinaluna. Vit taptu, men avrikið var gott hjá ÍF, og øll fólkini rundan um felagið vóru errin av okkum.
Síðan fór eg til B36. Vit høvdu góð úrslit í Evropa, og nakrar ógloymandi løtur har. Ógvuliga góð avrik, og eg endaði sum toppskjútti í deildini. Eg elskaði innanhýsis kappingina, sum vit høvdu við HB, og eg gloymi aldrin 6-0 sigurin á teimum. Vit vunnu steypakappingin, og enn tann dag í dag, angri eg, at vit ikki vunnu landskappingina eisini.

Mín yrkisleið fekk meg síðan til Malta. Eg spældi við einum felagið, sum eitur Birkirkara FC, har eg skeyt 12 mál í 16 dystum – eisini har vunnu vit steypakappingina. Ótrúligur dámur. Síðan flutti eg til Danmarkar, har eg umboðaði FC Amager og Hvidovre, og mín síðsti sáttmáli sum yrkisleikari var í næsbestu deildini í Fraklandi, har eg umboðaði FC Istres.

Í dag havi eg eina master-útbúgving í infrakervistøkni, og arbeiði fyri eina fyritøku í Nantes í Fraklandi.

Eg møtti ótrúliga vinarligum og blíðum fólkum í  Føroyum og eg sakni tíðina har.

Til B36 vil eg ynskja tykkum hjartaliga tillukku við meistarheitinum.

Eg vil ráða leikarunum til njóta hvørja løtu á vøllinum, og njóta meistaraheitið – tíðin gongur so skjótt.

Ein tøkk skal eisini ljóða til White Tigers fyri allan stuðulin, umframt heitið sum “Super Sylla”.

Til seinast skal ljóða ein tøkk til øll í Fuglafirði og øll í øllum Føroyum. Vónandi hittast vit aftur ein dag.”

Til stuttleikar kunnu vit nevna, at Sylla eisini var ungdómsvenjari hjá okkum, og millum leikararnar, hann vandi, vóru Bogi R. Petersen og Ari Ó. Ellingsgaard.

Vit vilja eisini ynskja B36 tillukku við meistaraheitinum.

Koyr á, ÍF!