Print Friendly, PDF & Email

Ein av leikarunum, ið hevur verið í hópinum hjá fremsta mansliðnum í fleiri ár, er okkara málverji Hallgrím G. Hansen. 21 ára gamli gøtumaðurin hevur ikki gjørt sáttmála síðan kappingin í fjør endaði, men í gjárkvøldið setti hann sítt navn á ein sáttmála, ið er galdandi fyri 2016.

Hallgrím er skrásettur fyri 26 dystir í Effodeildini, 2 í steypakappingini og ein í Euro League. Harafturat hevur hann verið partur av okkara U21 landsliði.

Vit ynskja Hallgrími tillukku við sáttmálanum.

Skulu annars minna á, at fyrsti dystur í Effo deildini verður í Gundadali móti føroyameistarunum úr B36.

 

Koyr á, ÍF!