Sum felag er tað gleðast um, tá okkara egnu velja felagið. Í gjárkvøldið gjørdi enn ein av okkara egnu hetta val. Talan er um 19 ára gamla miðvallaran av Kambsdali, Andrias Poulsen.

Andrias, sum fyllir 20 um ein knappan mánaða, hevur seinasta árið verið í Danmark í skúlaørindum. Áðrenn hann flutti niður til Danmarkar spældi hann tó tilsamans 60  dystir í tíðarskeiðnum 2014-2016 – 12 av hesum vóru í effo-deildini, har einans 2015 var heilt kappingarár. Fyrru hálvu 2014 royndi hann seg í NSÍ og seinnu hálvu 2016 var hann sum sagt í Danmark.

Andrias, sum kemur at spæla í blusu nummar 1, hevur gjørt sáttmála, ið er galdandi fyri restina av 2017. Vit ynskja Andriasi hjartaliga vælheimafturkomnan til Kambsdal og ÍF.

Koyr á, ÍF!