Tá kappingarárið í ár var av, gjørdist greitt at málmanslegendan Jákup Mikkelsen legði handskarnar á hillina. Vit gjørdu tá skjótt av, og longdu við Hallgrím, sum hevur verið fastur partur av okkara hópi í fleiri ár. Tó so, so er ein málmaður í okkara hópi ein ov fáur, og vit hava síðan leitað eftir einum, ið kann fylla hópin hjá okkum út.

Hann er nú funnin, og er valið fallið á 37 ára gamla serbiska málverjan Predrag Markovic, sum hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála. Predrag er ikki eitt óskrivað blað í føroyskum fótbólti, tí líka síðan 2005 hevur hann verið í Føroyum, har hann hevur umboðað TB, Skála, B71, AB, HB, Giza/Hoyvík og MB, sum hann var við at spæla upp aftur í næstbestu deildina í ár. Predrag er skrásettur fyri 91 dystur í fremstu deildini, umframt at hann hevur spælt 84 dystir í næstbestu deildini, síðan hann kom til Føroyar.

Vit ynskja Predrag hjartaliga vælkomnan og gleða okkum til 2015.

Sigast skal, at Njal stendur á einum stóli á myndini.

Koyr á, ÍF!