kristoffurÍ dag er avtala gjørd við klaksvíkingin Kristoffur Jakobsen.
25 ára gamli framrættaði miðvallarin hevur longu spælt 218 dystir og skotið 33 mál í fremstu deildini afturat teimum 18 U21 landsdystunum og eina A-landsdystinum, hann hevur leikt fyri Føroyar, so tað er ein royndur maður vit fáa í hópin. Kristoffur røkir øll pláss á miðvøllinum, men hevur sína styrki sum framrættaður miðvallari, har kreativiteturin, bólteyga og smáspæl má roknast sum ein styrki hjá honum, umframt at hann eisini er ein hóttan framman fyri málið.

Vit ynskja Kristoffur hjartaliga vælkomnan í reyða ÍF búnan, og gleða okkum til at síggja hann komandi ár.

Koyr á, ÍF