Print Friendly, PDF & Email

Nýggjársrakettirnar eru skotnar, men tað merkir ikki, at vit ikki hava krút at skjóta í Fuglafirði.

At menn velja felagið er altíð nakað, sum vit eru takksom fyri. Tað hevur eyðkent okkum sum felag, at flest av okkara egnu velja at umboða barndómsfelagið. Í dag kemur ein av hesum so heim aftur.

Talan er um ongan minni enn Boga Reinert Petersen, sum veruliga hevur ment seg til at vera ein profilur á liðnum, hevur skrivað undir ein eitt-ára sáttmála við okkum. Sterki stríðsmaðurin á miðvøllinum hevur spælt við okkum 4 tey undanfarnu árini, hóast at okkurt kappingarár hevur verið hálvt. Hesi 4 árini hava kastað 80 dystir og 14 mál av sær, umframt at hann fekk sínar fyrstu minuttir fyri A-landsliðið í fjør.

Vit eru takksom fyri, at Bogi velur at koma heim aftur, og gleða okkum til komandi kappingarár.

Koyr á, ÍF!