Tað var ikki sama flog yvir ÍF í dag, sum tað var móti KÍ seinasta sunnudag. Eldhugan og stríðsviljan sóu vit lítið til, meðan HB áttti hann frá byrjan av.
HB-liðið spældi væl í dag og høvdu yvirvág í spæli allan fyrra hálvleik. Fleiri góð álop vórðu bygd upp av HB og mangan leikaði hart á frammanfyri ÍF málinum. Málverjin Elias hjá ÍF vardi málið serstakliga væl.
Miðvøllurin hjá ÍF riggaði ikki í dag, tað tóktist alt ov lætt hjá HB at spæla sítt spæl ótarnað, júst tað, sum ÍF-ararnir megnaðu so væl
at forða KÍ í Klaksvík.
ÍF-verjan spældi heldur óstøðugt, ið bar í sær, at HB-liðið kom til fleiri málmøguleikar, ið málverjin Elias tók sær av.
Rættiliga tíðliga í fyrra hálvleiki fingu HB-aranir einasta málið, ið kom í dystinum.
Nakað út í seinna hálvleik kom meira bit í ÍF-liðið og teir síðstu 20 minuttirnar høvdu fuglfirðingar fleiri góð álop, ið vóru um at geva mál, men ikki meira enn tað.
Ilt er at meta um, hvussu úrslitini fara at laga seg teir mongu dystirnar, vit hyggja eftir.
ÍF-liðið hevur havt tvey stórtap móti KÍ-liðnum, men vinna triðja dystin so ruddiliga móti sama liði í Klaksvík.
Fyrra dystin móti HB í Fuglafirði vunnu fuglfirðingar 4-1, men tapa 1-0 móti sama liði í Havn. Men helst er tað hetta sum ger fótbóltin so spennandi – næstan alt kann henda.
ÍF-liðið vísti seg sum eitt framúr lið í Klaksvík allar teir 90 minuttirnar teir spældu.
Í Gundadali saknaðu vit eldhugan og stríðsviljan hjá okkara liði, undantikið teir síðstu 20 minuttirnar.
Óivað eitt evni okkara venjarar fara at umrøða við leikararnar okkara í komandi viku, ið ber í sær, at liðið aftur vísir seg frá síni góðu síðu og vinnur næsta heimadystin, ið verður í Fuglafiråði.

Signar