Á ársveitsluni í kvøld bleiv avdúkað, at okkara framrættaði leikari, Andy Ó. Olsen, hevur longt sáttmálan.

Andy, sum er í gongd við sítt annað tíðarskeið í Fuglafirði, hevði persónliga eitt góðtikið ár. 23 dystir, 7 mál og 5 upplegg merkir í Effo deildini, at hann var við í gott og væl einum fjórðingi av málunum, ið vit skutu í ár.

Andy er væl dámdur í ÍF og Fuglafirði, og hann letur eisini til at trívast væl í Fuglafirði. Vit eru ógvuliga takksom fyri, at hann hevur valt at longt sáttmálan.

Fleiri avdúkingar koma seinni í kvøld, so tað er bara at fylgja við á if.fo, um tú ikki hevur møguleikan at sita í Mentanarhúsinum í kvøld.

 

Koyr á, ÍF