Print Friendly, PDF & Email

Tað skal dirvi til at átaka sær uppgávuna at venja eitt lið í bestu deildini. Uppaftur størri dirvi og áræði skal til at átaka sær uppgávuna, tá ið bert tríggir dystir eru eftir at spæla í kappingarárinum.
Hetta dirvi áttu Jákup Mikkelsen og Ólavur Larsen, ið hava átikið sær uppgávuna sum ávikavist høvuðsvenjari og hjálparvenjari.
Báðir fingu teir seg royndar í dag, og vit kunna staðfesta, at teir stóðu royndina væl í dag, tá ið okkara lið fekk ein javnleik móti KÍ – liðnum, sum á stigatalvuni liggur beint framman fyri okkum.
ÍF – liðið var ágrýtið, og allir spælararnir stríddust væl og gjørdu sítt besta allan dystin. Støðan bleiv 1 – 1.
Liðið var skilagott og væl skipað, og vóru teir eitt sindur hepnari, so kundi okkara lið havt fingið fleiri mál.
Men samstundis mugu vit eisini ásanna, at tað kundi mótstøðuliðið eisini fingið.
Ein javnleikur 3 – 3 hevði helst verið tað rættvísasta.
Longu í 6. minutti fekk KÍ liðið mál. Ein bóltur kom úr høgru síðu fyri føturnar á Atla, ið stóð rættiliga fríur, hann smekkaði til, og bólturin sat tryggur í netinum.
Tá ið seinni hálvleikur byrjaði, sást beinanvegin, at venjararnir høvdu givið ilt av sær, og høvdu sett størri krøv til síni lið. Leikgongdin gjørdist skjótari, og meira spenningur varð skaptur í dystinum.
ÍF -liðið hevði fleiri væl skipað álop, sum so einaferð gav úrslit.
Jan Ellingsgaard kom fram í vinstru síðu, smekkaði bóltin inn fyri málið, har málrevurin Clayton, við høvdinum setti bóltin vakurt i málið til støðuna 1 – 1.
Fleiri royndir vórðu gjørdar, ið vóru um at geva mál, men tað eydnaðist bara ikki – bólturin vildi ikki í málið.
Vit kunna fýlast á, at viðhvørt varð sjálvsøkni ov stórt, tí mangan var tað soleiðis, at spælarar fóru heldur einsamallir við bóltinum, heldur enn at lata til aðrar spælarar, ið stóðu púra fríir.
Annað, ið vit loyva okkum at fýlast á, eru tey mongu fríspørkini, ið okkara
spælarar gera, ið eru fullkomuliga óneyðug. Alt ov nógv fríspørk vóru beint uttan fyri 16 – meturin, men tíbetur misnýttu KÍ – ararnir møguleikarnar.
Alt ov nógv hornaspørk eru óneyv og geva einki.
ÍF – liðið spældi væl allan seinna hálvleik, men fleiri mál fingu teir ikki – og tað fekk mótstøðuliðið heldur ikki.
ÍF – liðið hevði ein nýggjan málmann, tí Hallgrím er skaddur og Predrag er farin.
Nýggi, ungi málmaðurin Tóri Traðará, royndist væl, gjørdi eingi mistøk og hevði góð útspørk.
Næsti dysturin verður á Argjum móti AB, ið hevur ment seg munandi ta seinastu tíðina, men vísir okkara lið sama stíðsvilja sum í dag, so kann tað lættliga henda, at vit koma aftur til Fuglafjarðar við trimum stigum.
Hittast á Argjum næstu ferð !