ÍF – liðið hevur verið í einum aldudali ta seinastu tíðina, og venjararnir hava havt úr at gera fyri at finna loysnir, ið skapa vend í. Mong vóru tey, ið bíðaðu í spenningi eftir dystinum móti B 68 á Svangaskarði fyri at síggja, hvørja broyting venjararnir høvdu framt.
Nenad spældi vinstri bakkur, meðan Fridtleif varð settur at spæla sum miðvallarspælari. Henda loysnin riggaði sera væl. Verjuspælið var munandi betri í dag, enn í seinasta dysti móti AB. Clayton var ikki við á liðnum í dag, og í hansara stað spældi Bogi, sum tíverri varð noyddur at fara av vølli tíðliga í seinna hálvleiki. Í hansara stað kom Frank. Miðvallarspælið varð munandi betur skipað í dag enn í seinasta dystinum. Allir leikararnir stríddust væl, góvu ikki upp, um okkurt gekk ímóti, men herjaðu á aftur við fullari ferð.
Fuglfirðingar hava sjáldan fingið góða úrtøku úti á Toftum, og tað vísir seg, sum at verða sama skilið hvørjaferð vit eru har úti.
Fyrstu 20 minuttirnar hevði B 68 betri tak á dystinum enn ÍF -ararnir, men sum fráleið komu fuglfirðingar betur inn í dystin, og vóru teir betru í seinnu helvt av fyrra hálvleiki, og kundu saktans havt fingið okkurt máli, um eydnan var við teimum.
Í fyrra hálvleiki kom einki mál.
Seinni hálvleikur gjørdist nógv meira spennandi, og bæði liðini kundu havt fingið mál, vóru tey eitt sindur hepnari. M.a. slapp Karl framvið allari verjuni hjá B 68 og stóð einsamallur framman fyri málmanninum hjá B 68, ið fekk bjargað á sjálvari strikuni.
Nakað inn í seinna hálvleik gjørdi ÍF fleiri góð og væl uppbygd álop, sum til endans góvu úrslit. Hesaferð varð tað Ari, sum við einum brandskotið smekkaði bóltin upp í vinstra horn hjá B 68, ið málmaðurin Kristian ongan livandi kjans hevði at bjarga.
Nú vóru bert umleið 6 minuttir eftir at spæla, men B 68 gavst ikki, teir stríddust fyri at fáa javnleik, og so einaferð eydnaðist tað teimum at fáa eitt brotsspark, sum eftir mínum tykki var púra óneyðugt at gera, ið endaði sum mál.
Bæði liðini stríddust av øllum alvi tað sum eftir var av tíðini, men fleiri mál komu ikki, og dysturin endaði sostatt við javnleiki 1 – 1.
Verður tikið saman um, so kunna vit staðfesta, at vit eiga góðar leikarar, sum kunna spæla góðan fótbólt og avrika nógv, um teir verða settir á røttu plássini, soleiðis sum gjørt varð í dag.
ÌF stuðlarnir vóru mangir á Svangaskarði í dag, og teirrasa leiklutur uttan fyri vøllin lá ikki eftir.

Signar