Ein av teimum leikarunum, ið vendi aftur til barndómsfelagið undanfarna kappingarár, var Bogi Reinert Petersen. Bogi vann sær skjótt fast pláss hjá okkum og spældi somikið væl, at U21 landsliðsvenjararnir eisini góvu honum fast pláss. Í landsliðshøpi var tað kanska serliga dysturin í móti Týsklandi, sum stendur eftir í minninum hjá U21-landsliðsfjepparunum.

Bogi hevur roynst væl á miðvøllinum hjá okkum, og í dag er tað við stórari gleði, at vit almannakunngera, at barrvørurin við tí sermerkta hárinum, hevur skrivað undir nýggjan sáttmála, sum inniber, at hann eisini í 2014 verður at síggja í reyðu blusuni hjá barndómsfelagnum.

Vit ynskja Boga til lukku við sáttmálanum og gleða okkum til at síggja hann komandi ár.