Print Friendly, PDF & Email

Eftir at vit fingu Tóra, Gunnar og Kristoffur at skriva undir í gjárkvøldið, kunnu vit staðfesta, at glið er komin á undirskriftirnar.

32 ára gamli Dánjal Pauli Højgaard, sum í ár spældi 13 dystir í effo-deildini, setti í kvøld sína undirskrift á ein 1 ára sáttála við okkum. Skjóti toftamaðurin, sum í ár fyri tað mesta spældi á øðrum bakkplássinum, hevur tilsamans spælt 138 dystir í fremstu deildini, so vit tosa um ein royndan mann. DP, sum hann vanliga verður nevndur á vøllinum, hevur spælt heili 8 kappingarár í Fløtugerði, og eru vit glað fyri, at hann hevur valt at leingja sáttmálan við okkum.

Hjartaliga tillukku við sáttmálanum, og vit gleða okkum til komandi ár.

Koyr á, ÍF!