Í vikuni frættist, at ein av okkara egnu leikarum og profilum seinnu árini, Ari Ó. Ellingsgaard, verður at finna í reyða ÍF búnanum komandi ár. Í dag hevur so ein annar av okkara egnu ungu og evnaríku leikarum valt at leingja sáttmálan við okkum. Talan er um Arnold Kristiansen, sum hevur spælt 6 dystir í fremstu deildini, umframt at hann kom á vøllin móti Linfield í Euro League. Arnold spælir fyri tað mesta á framrættaða miðvøllinum, men kann eisini spæla á báðum kantunum. Arnold var á veg at spæla seg inn á liðið í júst undanfarna kappingarárið, og byrjaði dystirnar í 19. og 20. umfari móti ávikavist KÍ og HB, men var so óheppin, at hann fekk ein skaða í hendiligum óhappi við HB leikara, so at kappingarárið endaði í úrtíð hjá honum.

Tað er altíð hugaligt, at okkara egnu leikarar velja felagið og felagsskapin, sum vit eru errin av í ÍF og Fuglafirði. Vit ynskja Arnold hjartaliga tilukku við sáttmálanum, og gleða okkum til 2015.

Fylg við if.fo um kunning um felagið.

 

Koyr á, ÍF!