Print Friendly, PDF & Email

Sjálvt um flytingarvindeygað er latið aftur, so kunnu feløg søkja um undantaksloyvir, tá talan er um málverjar. Vit hava staðið í teirri støðu, at tá Predrag gavst, so kom Tóri í hansara stað. Hallgrím er tíverri so mikið illa skaddur, at hann ikki kemur at spæla aftur í ár.

Ein málverji í einum hópi er tíverri ov lítið, og tí mátti ein annar finnast. Vit hava í dag gjørt avtalu við KÍ, um at vit leiga Fríða Sigurðsson restina av kappingarárinum. Fríði er 20 ára gamal, og hevur bert umboðað KÍ. Hann hevur spælt 2 dystir í Effo deildini, umframt 54 í 1. deild. Afturat hesum hevur hann spælt 3 U-landsdystir, og var so seint sum í ár úttikin til U21 landsliðið.

Vit ynskja Fríða vælkomnan til ÍF og Fuglafjarðar, og skulu samstundis nýta høvi at takka KÍ fyri gott samstarv, nú vit vóru komnir í hesa neyðstøðu. Samstarv ímillum feløgini er gull vert fyri eit lítið felag sum okkum.

KOYR Á, ÍF!