Tað sær alt annað enn gott út hjá ÍF – liðnum, sum í tveimum teimum seinastu dystunum hevur tapt 9 – 1, móti liðum, ið liðið vanliga plagdi at fáa góð úrslit ímóti.
Í dag varð leikt móti NSÍ, ið hevur ment seg ómetaliga nógv hetta kappingarárið, og liggur nú á odda saman við B 36 – liðnum.
Vit mugu bert ásanna, at tað var “klassamunur” á liðunum í Runavík í dag.
NSÍ leikti vakran og skilagóðan fótbólt, vóru kvikari enn okkara menn og áttu meginpartin av fyrra hálvleiki.
Úrslitið 4 – 0 í hálvleikinum var einki máll ov nógv.
ÍF – liðið, sum tey seinastu árni, hevur verið millum tey fremstu, hevur ikki sama førleika og stríðsvilja sum fyrr. Verjuparturin riggaði ikki væl, tí álopini, ið skolaðu móti ÍF málinum, høvdu ógvuliga frítt spæl í fyrra hálvleiki, ið góvu fýra mál, ið varð hálvleiksstøðan.
ÍF – viðhaldsfólkið, ið sóu dystin, stúrdu fyri einum rættiligum skrædli, tí NSÍ – liðið sat á øllum.
Í seinna hálvleiki riggaði verjuspælið munandi betur hjá okkara liði, tí NSÍ hevði ikki so so leysar teymar sum í fyrra hálvleiki, og málkjansirnir vórðu ikki líka nógvir, sum í fyrra hálvleiki.
Eitt brotsspark fekk NSÍ – liðið tíðliga í seinna hálvleiki, ið ÍF málmaðurin bjargaði meistarliga.
Løtu seinna eydnaðist tað NSÍ at fáa fimmta málið.
Móti endanum á dystinum, fekk ÍF – liðið eitt fríspark beint uttanfyri 16 meturin í vinstru síðu. Karl, ið hevði ein góðan dag, varð settur at skjóta, og tað eydnaðist honum við einum vøkrum skoti at seta bóltin í NSÍ málið, so støðan gjørfdist 5 – 1 til NSÌ.
Vit kunna bert staðfesta, at okkara lið, sum hevur ligið millum fremstu liðini í bestu deildini seinastu árini, er viknað munandi hetta seinasta árið, ella eru hini liðini so nógv styrknað, at vit vinna ikki á teimum longur.
Leikararnir eru so at siga teir somu, men einki ber til longur og mong eru tey, ið spyrja, um okkara lið er kreppurakt ?
Næsta vikuskifti fáa vit vitjan av EB/Streymi, ið stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting.
ÍF – liðið má vísa nakað heilt annað, enn tað hevur víst teir tveir seinastu dystirnar.
Liðið eigur og skal vinna næsta dystin. Gera vit ikki tað, eru vit á vandakós.
Tað hevur verið ført fram ferð eftir ferð, at ÍF – liðið hevur so stóran og góðan “hóp”, at teir skulu nokk klára tað. Men kappingin, ið nú fer at halla, hevur víst, at tað skal annað til enn stóran og góðan “hóp.” Stríðsvilji, árræði og ikki minst góð ráðlegging av venjarunum er eitt krav, um góð úrslit skulu spyrjast burtrúr.
Vit vóna, at næsta vikuskiftið kemur vend í hjá ÍF – liðnum.
Vit savnast í Fløtugerði næsta vikuskifti at stuðla okkara liði.
Okkara partur skal ikki liggja eftir.

Signar