Í besta veðri í dag, spældu suðuroyingar og fuglfirðingar í Fløtugerði.

ÍF- fjepparar væntaðu ein góðan og javnan dyst í dag, men so bleiv ikki, suðuroyarliðið smurdi okkara lið av við ikki minni enn 4-0. Eitt eyðmýkjandi úrslit fyri ÍF-liðið, ið liggur niðast á stigatalvuni.
ÍF- fjepparar fóru vónbrotnir úr Fløtugerði, meðan suðuroyarfjeppararnir vóru í sjeynda himni um eitt úrslit, ið teir neyvan høvdu væntað.
Í fyrra hálvleiki spældu tvey rættiliga jøvn lið. Tveir møguleikar í part høvdu liðini í fyrra hálvleiki, men skotini vóru ikki nóg neyv, so einki spurdist burtutúr.
Dánjal stóð einsamallur frammanfyri málmanninum hjá útilðinum, smekkaði til og bólturin fór langt upp um málið.
Sami Dánjal var nær við at fáa fyrsta málið, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltinum inn í málið, men sum frægi málmaðurin hjá suðuroyarliðnum fekk upp um málið.
So skjótt seinni hálvleikur byrjaði, sást, at útiliðið var nógv ágrýtnari enn okkara lið, og tað gekk ikki long tíð, so hevði útiliðið fingið fyrsta málið.
Stutt aftaná kom næsta málið og brekkan tóktist ov tung hjá fuglfirðingum, og tað tóktist sum var hetta ein skelkur fyri ÍF-liðið og liðið megnaði ikki at koma fyri seg aftur.
Suðururoyingar fingu tvey mál aftrat, og okkara lið varð fyri ongum.
Við hesum úrsliti eru vit farin longur niður í aldudalin, og vónirnar
um pláss í bestu deildini næsta ár verða umrøddar.
Nakað munagott eigur at verða gjørt, so vend kemur í. Triðingurin av kappingini í bestu deildini í ár er spældur, so eru teir tveir triðingarnir eftir, har broytingin skal gerast – og tað skal gerast beinanvegin, so vit eftir summarsteðgin hava eitt lið, ið megnar at fáa liðið úr aldudalinum upp á alduryggin aftur.
Næsti dystur okkara verður móti 07-vestur í Vágum. Eingin lættur dystur, men okkara lið hevur eisini spælt góðar dystir, sum t.d. móti Víkingi í Fuglafirði, ið endaði við javnleiki. Vit vóna, at eydnan verður við okkum komandi dyst, so útlitini um pláss í bestu deildini, verða ljósari.