Print Friendly, PDF & Email

HB var mett sum liðið, ið fór at vinna dystin móti ÍF í Havn.

So varð, men verður tikið samanum, so áttu liðini hvør sín hálvleik.

So skjótt sum dysturin varð byrjaður, spældi HB vakran fótbólt við stuttum og skjótum avleveringum uttan at koma til teir nógvu málmøguleikarnar.

ÌF leikararnir tóktust eitt sindur fjáltursstungnir, og lótu seg ørkymla av kvika spælinum hjá HB. Men sum dysturin leið, var tað ÍF, ið fekk teir veruligu møguleikarnar at fáa má.

So einaferð bragdaði, fuglfirðingar fingu brotsspark og Bogi setti bóltin trygt í netið.

Nakað  út í fyrra hálvleik førdi ÍF, hóast HB hevði spælt  betur. Men so fingu HB lønina fyri sítt góða spæl og fingu ikki færri en trý mál. Tó skal tilskilast , at tað seinasta málið, ið HB fekk, eigur verjan hjá ÍF at taka á seg, tí álvarslig mistøk vórðu gjørd.

Tá ið farið varð í hálvleik, var støðan 3 -1 til HB.

Tann stríðsvilji og tað ágrýtni, ið plagar at eyðkenna ÍF, varð ikki komið til sjóndar í dystinum. Uttan iva hava venjararnir Albert og Bogi eftirlýst stríðsviljan hjá sínum leikararum, tí tá ið seinni hálvleikur byrjaði, vóru fuglfirðingar ikki at kenna aftur, teir stríddust allir sum ein, og tá ið Nenad og Frank komu inn, spældu teir seg til hóp av møguleikum, sum  tíverri ikki kastaðu av sær.  Teir áttu í øllum førum  at havt fingið ein javnleik í dag.

Seinna hálvleik vísti HB ikki nakað serligt spæl, ÍF liðið vann so at siga allar bóltarnar, men eydna var ikki við teimum at fáa sett bóltarnar í netið.

ÍF hevur nú spælt tveir dystir og hevur tapt báðar við úrslitunum 3 -1.  Hetta er ikki nóg gott. Liðið hevur seinastu árini aloftast vunnið á HB og hevur somuleiðis staðið seg væl móti  KÍ.

Fuglfirðingar eru sjálvandi vónbrotnir av tí, ið ÍF hevur megnað higartil í kappingini og vænta betri úrslit í komandi dystum.

Men eitt kunna vit siga við vissu, at fara ÍF leikararnir at sýna sama stríðsvilja og ágrýtni, sum teir vístu í seinna hálvleiki móti HB í dag, so koma  teir uttan iva at fáa fleiri úrslit, ið ÌF viðhaldsfólkum leingjst eftir.

Næsti dystur verður spældur í Fuglafirði 30. mars móti B68.

Vit vóna, at nógvir áskoðarar møta til dystin, tí nógvir  jaligir áskoðarar hava góðan ávirkan á okkara leikarar.