Print Friendly, PDF & Email

Á ársveitsluni hjá okkum í kvøld, bleiv avdúkað at fleiri av okkara leikarum skrivað undir sáttmála, sum inniber, at teir verða í reyða búnanum í øllum førum eitt ár afturat.

Teir tríggir leikararnir, sum hava fingið flest dystir í ár, eru Dánjal á Lakjuni, Fritleif í Lambanum og Kristoffur Jakobsen. Felags fyri hesar tríggjar er, at teir hava longt sáttmálan við tveimum árum, so at teir spæla við okkum í 2015 og 2016. Dánjal er tann leikarin hjá okkum, sum hevur spælt flest dystir av øllum í ár. 24 ára gamli lakjumaðurin hevur verið við í øllum dystunum í ár, og hevur skotið 4 mál í. Tilsamans hevur hann leikt 140 ferðir í fremstu deildini, har allir dystirnir hava verið fyri barndómsfelagið. Dánjal hevur eisini fingið ævigt pláss í søguni hjá felagnum, tá hann skeyt fyrsta málið, sum ÍF fekk í evropeiskum fótbólti, tá hann legði okkum á odda móti KR Reykjavík í 2011.

Næstur Dánjal, um hugsað verður um dystir í ár, er Fritleif. Fritleif kom aftur til okkum í hálvuni í 2013 eftir at hann hevði roynt seg í NSÍ, Víkingi og verið í Danmark eina tíð. Arbeiðssami leikarin, ið røkir flest øll pláss á vøllinum, telist millum okkara royndastu leikarar, nú hann er komin á 210 dystir í fremstu deildini, har nógv tann størsti parturin hevur verið í reyða búnanum.

Triði leikarin, ið hevur sett sína undirskrift á ein tvey ára sáttmála, er Kristoffur Jakobsen. Klaksvíksingurin, sum kom til okkum úr barndómsfelagnum KÍ til hetta kappingarárið, hevur spælt triðflest dystir í ár, nevniliga 25. Miðvallarin hevur skotið seks mál í ár, har tvey av teimum komu í steypakappingini, og má roknast sum ein av okkara skilabestu leikarum, ið hevur gott bólteyga og roynist væl í framrættaða spælinum hjá okkum.  Hóast Kristoffur einans er 25 ára gamal, so er eisini her talan um ein royndan leikara, tí hann er toppskjútti av hesum trimum, um hugsað verður um dystir í fremstu deildini við sínum 244 dystum.

Afturat teimum trimum, sum hava longt við tveimum árum, hava nakrir av okkara leikarum longt sáttmálan við einum ári. Málverjin, Hallgrím G. Hansen,verjuleikararnir Áki Petersen, Poul N. Mikkelsen og Leivur Joensen hava skrivað undir fyri 2015, umframt at ungi miðvallarin Andrias Poulsen eisini hevur longt sáttmálan, so hann verður reyður komandi ár. Av hesum fimm, er Áki tann royndasti leikarin. 29 ára gamli bakkurin við tí góða teknikkinum og bóltførleikanum hevur nevniliga spælt 178 dystir í fremstu deildini. Tvey tey seinastu árini hevur hann tó havt eitt starv, sum ger, at hann ikki fær verið við til allar dystirnar, men hann hevur altíð verið klárur at traðka til, tá hann hevur verið heima í millum túrarnar.

Ein annar av okkara bakkum, sum hevur longt, er Leivur. Kambsdalsbúgvin við tí gylta høgra beininum, hevur longu spælt 49 dystir í fremstu deildini, har allir hava verið fyri ÍF. Leivur er 20 ára gamal, og hevur sostatt eina bjarta framtíð í væntu, tí umframt at røkja bakkplássið, har gjøgnumbrotið kom í 2013, kann hann spæla á veinginum eisini, har hansara innlegg altíð er ein hóttan fyri mótstøðuliðini.

Næsti maður at seta sítt navn á ein ÍF sáttmála er Poul. 19 ára gamli miðverjin verður eisini í Fuglafirði í 2015. Poul hevur roynst væl hjá okkum síðan hann til felagið í 2013. Síðan tá hevur hann spælt 39 dystir í Effo-deildini, og hava hesir kastað eitt mál av sær – hetta málið kom í grannauppgerðini móti Víkingi í 2013. Hóast hann ikki er millum elstu verjuleikararnar vit hava á liðnum, so so má sigast, at hetta ikki sæst á honum. Hann smæðist ikki burtur á nakran hátt, og serliga er tað sjálvt bóltspælið, ið er hansara styrki.