Nú nýtt kappingarár nærkast alsamt, skulu vit nýta høvi at kunna um nakrar grundleggjandi umstøður í fótbólti. Fyrst er sjálv fótbóltslógin, ið kann lesast á heimasíðuni hjá FSF, tá hon er dagførd eftir at aðalfundurin hjá FSF framdi nakrar broytingar í henni í mun til í fjør.

Síðan kemur nakað, ið vit vónandi ikki koma at dragast við, men sum er trupulleiki aðrastaðni. Avtalað spæl, ella “matchfixing” er ein trupulleiki, og kann lesast um, hvat tað er og hvørjar avleiðingarnar eru, her: http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=1018

Doping er eisini nakað, sum er relevant í ítróttarheiminum, og kann lesast um hetta her: http://www.isf.fo/?page_id=496

 

Keldur: fsf.fo og isf.fo

Myndin er tikin av facebook vangamyndini hjá Kristian Sofus Petersen