Print Friendly, PDF & Email

Eftir at hvørki Clayton Soares ella Adeola Runsewe fekk neyðugu loyvini til at spæla fótbólt í ár, hava vit mangla ein veruligan áleypara.

Í kvøld er avtala undirskrivað við danan Frederik Selch Poulsen, sum kemur til okkum úr danska felagnum Vejgaard. Danin, ið verður lýstur sum ein arbeiðssamur og sterkur leikari, røkir umframt bæði vongplássini eisini áleyparaplássið.

Enn vænta nakrir formalitetir at koma í rætt lag, men vónandi verður hann tøkur til dystin sunnudagin móti EB/Streymi.

Vit ynskja Frederik hjartaliga vælkomnan til Fuglafjarðar og ÍF.