Á árveitsluni var avdúkað, at Fritleif í Lambanum hevur gjørt nýggjan sáttmála. Eftir 2 ár í útlegd, hálvt í NSÍ, 1 í Víkingi og hálvt í Danmark, kom hann heim aftur til barndómsfelagið til seinnu hálvu í ár.
Í seinnu hálvu í ár spældi Fritleif 10 dystir og fekk eitt mál. Hann kann brúkast á flestu plássum á vøllinum, men er serliga kendur fyri at liggja í maskinrúminum á miðvøllinum. Tað er gleðiligt at ein av okkara egnu royndu leikarum taka enn eitt tørn í reyðu ÍF-blusuni.

 

Vit ynskja Fritleif hjartaliga tilukku við sáttmálanum, og gleða okkum til 2014.

 

KOYR Á, ÍF!