Print Friendly, PDF & Email

ÍF – arar høvdu góðar vónir um dystin í dag, ja, óivað teir flestu væntaðu ein sigur til okkara lið, men so varð ikki – og so langt í frá tí.
ÍF – liðið byrjaði væl við fleiri góðum álopum, og sperda AB verjan var so óheppin, at seta bóltin í sítt egna mál, og so var støðan 1 -0 til ÍF.
Stutt eftir fekk AB sítt fyrsta mál, sum eftir mínum tykki, var ein verjuvilla.
Synd at siga, at tað var nakar góður fótbóltur í Fløtugerði í dag. Fuglfirðingar royndu seg við langum bóltum, men tað gekst bara illa í hond – so at siga alt miseydnaðist. Ja, sjálvt fríspørkini uttan fyri 16 meturin vórðu sparkaði aloftast í føvningin á málmanninum hjá AB.
Tá ið innkastini skuldu framjast, gekk mangan alt ov long tíð at verða til reiðar at taka ímóti.
AB vísti heldur ikki nakað serligt spæl, men liðið var grammari og ágrýtnari enn okkara lið, og helst mundi tað verða orsøkin til, at teir móti endanum á dystinum sigraðu.
Fuglfirðingar gjørdu nakrar útskiftingar í seinna hálvleiki, ið vóru truplar at skilja. Kristoffur , ið spældi sum miðvallarspælari varð útskiftur, og inn kom Nenad.
Kristoffur hevði roynst væl á miðvøllinum, tí var tað ikki rætt at skifta hann út. Har afturímóti var tað rætt at lata Nenad koma inn, tí hann avrikar altíð nógv á vøllinum, eisini í dag.
Spell at Bogi varð noyddur at fara út, tí hann stríddist væl í dag.
Seinna hálvleik byrjaðu ÍF væl. Teir løgdu seg eftir at spæla vakran fótbólt, høvdu einstakar kjansir, men tað eydnaðist ikki liðnum at fáa bóltin í netið.
Besta møguleikan hevði Clayton, ið smekkaði bóltin í stongina. Ein upplagdur kjansur.
AB – ararnir stríddust meira, høvdu sett sær fyri at vinna, og tað gjørdu teir væl og virðiliga.
Soren Angel gjørdi fyrsta málið fyri AB, so støðan gjørdist 1 -1. Eftir hetta, settu AB – ararnir ferðina upp, meðan ÍF – liðið koyrdi í lágum gervi. Soren eydnaðist at gera næsta og triðja málið, og Símun Edmundsson fjórða málið, so dysturin endaði við 4 – 1 til AB, ið var fult uppiborið, tí AB liðið var nógv ágrýtnari enn okkara lið.
Men ÍF – arar falla ikki í fátt av einum ósigri, men tað verður nógv hjá venjararum og spælararum at tosa um í hesi vikuni, tí slíkan dyst sum í dag, vilja spælarar, venjarar ikki uppliva aftur, og tað gera vit ÍF – stuðlar heldur ikki.
Vit møtast fjølment til næsta dyst og stuðla okkara liði av fullum huga.

Signar