Tað gingu ikki meira enn tveir minuttir, so hevði ÍF-liðið lagt seg á odda. ÍF- liðið fekk eitt fríspark beint uttanfyri 16 meturin í vinstru síðu, ið Leivur við góðum skoti legði innfyri, har Clayton stóð og setti hann í málið til støðuna 1-0.
ÍF-liðið spældi væl, og megnaðu ferð eftir ferð at seta verjuna hjá Víkingi í vandastøður og vóru mangan nær við at fáa næsta málið.
Laval, ið hevur spælt væl seinastu dystirnar, var tó darvaður av skaða, iðgjørdi sítt til at liðið ikki fekk meira burturúr álopsspælinum.
Víkingingaliðið spældi eisini væl og stríddust av øllum alvi allan dystin.
Í 11. minutti vóru teir um at fáa sítt fyrsta mál, men málmaður ÍF´s bjargaði.
Ari, ið hevði ein branddyst í dag, gjørdi rættiliga vart við seg, tá ið 20 minuttir vóru spældir, tá hann smekkaði bóltin upp undir tvørstongina hjá Víkingi, ið brast niður á málstrikuna, men ikki innanfyri.
Tá ið umleið hálvur tími var spældur, eydnaðist tað Sólva at sleppa gjøgnum verjuna hjá ÍF og javna til 1-1.
Dugnaligi fótbóltsspælarin gjørdi aftur vart við seg, tá ið hann hegnisliga slapp gjøgnum ÍF-verjuna og setti bóltin í málið til støðuna 2-1 til Víking, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Laval var so mikið darvaður av skaða, at hann mátti av vøllinum, og í hansara stað kom ungi spælarin Andreas Poulsen. Tað er eingin løtt uppgáva, at átaka sær arbeiðið hjá Laval, men sigast skal, at Andreas stríddist væl og tað var ein røtt avgerð, at seta ungar spælarar við.
Ari varð eisini tikin út, og í hansara stað kom Dánjal, ið hevur drúgvar fótbóltsroyndir. Fuglfirðingar høvdu nógv góð álop, men í netið vildi bólturin ikki.
Harafturímóti vóru tað Víkingur, ið skoraði, og aftur hesaferð var tað Sólvi. ÍF- gjørdu eina verjuvillu, ið teir vórðu revsaðir fyri og revsarin var aftur Sólvi.
Miðvøllurin hjá ÍF var sterkur í dag, og spældi hann skilagott.
Sjáldan áður havi eg sæð eitt ÍF-lið spælt so væl sum í dag, tá hugsi eg um fyrra hálvleik, og tað sigur mær so mikið, at verður hildið fram á somu kós, so fer at spyrjast burturúr.

Signar