Print Friendly, PDF & Email

Til feløgini, høvuðsungdómsvenjarar, venjarar, o.o. um FUTSAL kappingina veturin 2013-14

Fótbóltssambandið skipar, í samstarvi við feløgini, aftur í vetur fyri FUTSAL kapping. Hesaferð bæði fyri dreingir og gentur.

Tilmeldingarfreistin er úti mikudagin 25. September – sí viðfesta Tilmeldingarskjal.

Kappingarnar byrja fyrst í november 2013 og enda um ½ februar 2014.

Aldursbólkarnir eru:

  • Dreingir U12, U14 og U16
  • Gentur U12, U14 og U17.

Ongin avmarking er sett í Tilmeldingarskjalið viðvíkjandi hvussu nógv lið eitt felag kann melda til í einum aldursbólki.

Hinvegin, so er tíðin í hallunum avmarkað. Hetta avmarkar so eisini hvussu nógv lið kunnu vera við.

Fótbóltssambandið tilskilar sær tí rætt til at avmarka talið av liðum um neyðugt.

Kappingin verður skipað eftir FUTSAL-leistinum, tó nakað tillagað vanligu fótbóltsreglunum.

Vit hava lagt okkum eftir at skipa kappingina kring landið, og skráin sær soleiðis út:

 Dreingir

        Tíð                                          Stað                                                       Ábyrgdarfeløg

  • 2-3 november                   KÍ-høllini                                              KÍ
  • 16-17 november               Høllin í Kollafirði                                HB
  • 30 nov-1 des                      Høllin á Giljanesi                               07V
  • 7-8 desember                    Høllin á Sandi                                     B71
  • 14-15 desember               Høllin á Kambsdali                            Víkingur
  • 18-19 januar                       Høllin í Trongisvági                           TB
  • 1-2 februar                         Høllin í Runavík                                  NSÍ
  • 15-16 februar                     Høllin á Eiði                                         EB/Str/Skála

 

Gentur

        Tíð                                          Stað                                                       Ábyrgdarfeløg

  • 9-10 november                 Høllin á Eiði                                         EB/Str
  • 23-24 november               Høllin á Skála                                      Skála
  • 11-12 januar                       Høllin á Eiði                                         EB/Str
  • 25-26 januar                       Høllin á Kambsdali                            ÍF
  • 8-9 feb                                  Høllin í Hoyvík                                    B36

 

Eitt lið leikar bara ein dag – antin leygardag ella sunnudag.

Tað er bara ein tilmelding fyri alla kappingina – tey 8 ella 5 leikumførini. Tað ber tí ikki til at tekna seg t.d. til eina, tvær ella tríggjar kappingar.

Luttøkugjaldið fyri dreingjalið er 1200 kr fyri øll 8 leikumførini og 750 fyri tey 5 leikumførini hjá gentunum.

Tilmeldingarskjalið skal sendast til  [email protected] í seinasta lagi mikudagin 25. september ella á fax nr 319079.

Tað er umráðandi at upplýsa hvør er samskipari/kontaktpersónur hjá felagnum tá talan er um FUTSAL.

Vit vóna, at kappingin fer at elva til meira fótbóltsvenjing og fótbóltsspæl hjá ungu leikarunum í vetrarsteðginum.

Undirtøkan í fjør var heilt góð og sum heild eydnaðist tiltakið sera væl, ikki minst takka verið innsatsin hjá feløgunum.

Og kappingin letur seg bara gera um fótbóltsfeløgini og Fótbóltssambandið ganga hond í hond og samstarva um praktisku viðurskiftini.

Fari við hesum at heita á feløgini um beinanvegin at kunna viðkomandi venjarar og leikarar um kappingina.
Við vón um góða undirtøku fyri hesum eitt sindur nýggja fótbóltsátaki.

v.h.

 

Petur Simonsen

Tekniskur stjóri

Reglur

Futsal 2013-14

 

Samanumtikið verður leikt so nær vanligu fótbóltsreglunum sum gjørligt. Tað merkir, at har annað ikki er avtalað, eru vanligu fótbóltsreglurnar galdandi. Eitt nú er bólturin úti eftir somu reglum sum í fótbólt. Somuleiðis tá útskifting av leikarum fer fram – ein leikari má ikki fara inn á vøllin áðrenn hin er komin út.

 

Dentur skal leggjast á at sleppa undan harligum spæli. Tá talan er um nærdystir v.m. er umráðandi at vísa fyrilit og ikki vera harðligur, eisini m.a. tí, at ofta er ikki langt út til benkur, vegir o.l. Sí nærri undir stk. 10.

 

  1. Aldursbólkar:

a)      U12: leikari føddur í 2002 og 2003, evt yngri.

b)      U14: leikari føddur í 2000 og 2001, evt yngri.

c)       U16: leikari føddur í 1998 og 1999, evt yngri.

d)      U17: leikari føddur í 1997, 1998, 1999, evt yngri

 

  1. Vøllur:

a)      Vanligur handbóltsvøllur við teimum uppmerkingum og málum, sum har eru.

b)      6-m er at fata sum 16-m í vanligum fótbólti.

c)       Brotssparkspletturin er mitt fyri á 6-m sirklinum.

d)      Horna-sirkulin er 25 cm.

 

  1. Bóltur:

a)      U12 leikar við bólti 3, meðan U14, U16 og U17 leika við bólti 4

 

  1. Leikarar:

a)      Eitt lið er mannað við einum málmanni og 4 útileikarum. Tað kunnu vera í mesta lagi 5 skiftisleikarar.

b)      Tað er frí útskifting, og spælið nýtist ikki at vera steðga fyri at ein útskifting kann fara fram.

c)       Troyggjan hjá málmanninum skal hava annan lit enn hjá viðleikarunum.

 

  1. Dómarar v.m.:

a)      Tað er ein dómari til ein dyst. Hjálparfólk, eitt nú venjarar, kunnu vera linjudómarar.

b)      Harumframt er ein tíðtakari, sum eisini tekur sær av at telja málini.

 

  1. Tíðin:

a)      Hvør dystur er vanliga 1 x 10 min. Tal av liðum í kappingini kann tó ávirka dystartíðina.

b)      Roynt verður at skipa so fyri, at eitt lið leikar minst 4 dystir hvørt vikuskifti.

c)       Fyrrnevnda liðið er heimalið og leikar móti málinum, sum er undir klokkuni.

d)      Nýggjur dystur byrjar beint eftir, at ein er av.

 

  1. At geva bóltin upp (seta spælið í gongd/miðspark):

a)      Mótstøðu leikari skal vera minst 3 metrar frá bóltinum, tá spælið verður sett í gongd.

 

  1. Bóltur í og úti av leiki:

a)      Somu reglur sum í vanligum fótbólti.

b)      Endar bóltur uppi undir loftinum er innspark til liðið, sum ikki leikti bóltin seinast.

 

  1. Reglurnar um off-side galda ikki í FUTSAL.

 

  1. Fríspark, brotsark og ósømiligur atburður

a)      Somu meginreglur sum í vanligum fótbólti viðv. beinleiðis og óbeinleiðis frísparki.

b)      Mótstøðuleikari skal vera minst 5 m frá har frísparkið verður tikið

c)       Tá beinleiðis fríspark verður framt í egnum brotsteigi skal dømast brotsspark.

d)      Óbeinleiðis fríspark í brotsteiginum til áleypandi liðið skal takast frá nærmasta staðnum á 6 m linjuni.

e)      Tað er ikki loyvt at gera glíðandi taklingar.

f)       Tað er ikki loyvt at brúka ógvusliga megi í nærdystum.

g)      Dómarin kann vísa leikara, sum leikar harliga og/ella vísir ósømiligan atburð, av vølli. Annar leikari kann koma á vøllin, tá 2 minuttir eru farnir, ella tá mál er skotið.

h)      Leikari, sum varð útvístur ein dyst, kann leika næsta dyst. Sí tó 10 i.

i)        Leikari kann vera burturvístur og fær ikki loyvi at leika aftur sama leikumfar. Annar leikari kann koma á vøllin, tá 2 minuttir eru farnir, ella tá mál er skotið.

j)        Brot á “4 sekund” regluna gevur óbeinleiðis fríspark.

k)      Tá brotsspark verður tikið, skal málmaðurin vera á mállinjuni. Aðrir leikarar skulu vera uttanfyri 3-m sirkulin (9-m sirkulin)

 

  1. Innspark

a)      Innspark kemur í staðin fyri innkast í vanligum fótbólti.

b)      Bólturin skal liggja á síðulinjuni tá hann verður sparkaður.

c)       Sparkarin skal hava ein fót á síðulinjuni ella uttanfyri í tí hann sparkar.

d)      Mótstøðuleikararnir skulu vera minst 5 m frá, har sparkið verður tikið.

e)      Brot á “4 sekund” regluna gevur óbeinleiðis fríspark.

 

  1. Málkast

a)      Málkast kemur í staðin fyri málspark. Kann kastast alla staðir frá í brotsteiginum

b)      Brot á “4 sekund” regluna gevur óbeinleiðis fríspark.

 

  1. Hornaspark

a)      Samsvarar við horna í vanligum fótbólti.

b)      Mótstøðuleikararnir skulu vera minst 5 m frá, har sparkið verður tikið.

c)       Brot á “4 sekund” regluna gevur óbeinleiðis fríspark.

 

  1. Ymiskt

a)      Frástøða: tá fríspark, inspark, hornaspark og málkast verður tikið er minst 5 metur.

b)      Frástøðan er 3 metur, tá spælið verður sett í gongd (miðsparki) ella tá brotsspark er.

c)       “4-sekunds” reglan er galdandi tá miðspark, fríspark, innspark, hornaspark og málkast skal takast. Tað merkir, at leikari eigur at avgreiða hesi innan 4 sek eftir at hann hevur fingið fatur á bóltinum/umstøður at taka tey.

d)      “4-sekunds” reglan er galdandi tá málmaðurin hevur bóltin í hondini. Brot gevur óbeinleiðis fríspark. Sí 10 d.

e)      Málmaðurin kann ikki taka bóltin við hondini tá hann verður lagdur aftur av viðleikara.