Síðan kappingin endaði hevur verið arbeitt við at fingið hópin til komandi ár uppá pláss. Onkur frágongd hevur verið, men nú gongur hinvegin.

Vit kunnu boða frá, at vit hava skrivað ein eitt sáttmála við 27 ára gamla Henry Heinesen. Henry, sum einans hevur umboðað barndómsfelagið KÍ, er miðvallari, og røkir hann øll plássini á miðvøllinum. Í júst farna kappingarárið spældi hann 20 dystir og skeyt 4 mál í Effo-deilidini. Samlaði statistikkurin hjá honum eitur 96 dystir, og 15 mál í fremstu deildini, umframt 49 dystir og 23 mál í næstfremstu.

Vit ynskja Henry hjartaliga vælkomnan til ÍF og Fuglafjarðar.

 

Fylg við á if.fo, um tíðindi, ið hava við okkum at gera.

 

KOYR Á, ÍF!