Gott lag er í Mentanarhúsinum, og í kvøld kann avdúkast, at vit hava longt við fleiri av leikarunum.

Clayton Soares, ársins ÍF’ari 2016, longdi fyri tíð síðan sín sáttmála.

Fyrsti maður at leingja sáttmálan er Jóhan Petersen. 18 ára gamli framrættaði leikarin, sum í ár hevur fingið sínar fyrstu dystir í Effodeildini, hevur sett sína undirskrift á ein 1-ára sáttmála við barndómsfelagið.
Næsti maður í rekkjuni er eisini ein av okkara egnu. 22 ára gamli Margeir Toftegaard, sum fyri tað mesta spælir í álopinum, hevur eisini longt sáttmálan við einum ári.

Triði maður, sum vit hava avdúkað í kvøld, er framrættaði Andy Olsen. Andy er 31 ár, og hevur verið millum profilarnar hjá okkum. Talan er um ein mann við royndum, tí dysturin móti KÍ var hansara 321. dystur í fremstu deildini. Andy er somuleiðis einasti leikarin, sum var við í øllum 27 dystunum í ár.

Fjórði og seinasti maður er bæði ein av okkara egnu, umframt ein profilur. 23 ára gamli Ari Ó. Ellingsgaard hevur skrivað undir 1-ára sáttmála við barndómsfelagið. Ari hevur verið leikarin, ið hevur havt flest upplegg hjá okkum fleiri ár upp í slag, so tað er til at fegnast um, at vit hava megnað at hildið Ari í reyðu blusuni.

Fritleif komin heim

Eftir eitt ár í útlegd á Skála, er fyrrverandi liðskiparin hjá okkum, Fritleif í Lambanum, aftur at síggja í reyða búnanum. Fritleif hevur spælt í miðverjuni hjá Skála í ár, men kann eisini røkja plássið á miðvøllinum. Tað er altíð gleðiligt, tá leikara velja barndómsfelagið, og vit skulu nýta høvið at ynskja Fritleif hjartaliga vælheimafturkomnan.

 

Tillukku við sáttmálunum, og vit gleða okkum til at síggja tykkum komandi ár.